info
Ongi úrslit

Ritt Bjerregaard er deyð

Hon er ein tann kendasti politikarin í Danmark hesi seinastu 50 árini

Áki Bertholdsen
22. januar 2023 kl. 09:00

Í gjár doyði kendi, og umstríddi politikarin í Danmark, Ritt Bjerregaard, 81 ára gomul. Hesi seinastu árini hevur hon verið ein tann kendasti politikarin í Danmark og í hesum sambandi hevur hon verið bæði ráðharri, ES-kommiserur og yvirborgmeistari í Keypmannahavn.

Hon hevur stríðst við krabbamein hesi seinastu árini og í gjár sovnaði burtur í heimi sínum í Keypmannahavn. Hon er útbúgvin lærari, men longu í 1971 varð hon vald á Fólkating fyri Sosialdemokratarnar og tvey ár seinni, í 1973, varð hon undirvísingarmálaráðharri. Hon var bara 32 ára gomul og sostatt yngsti ráðharri, sum hevði verið í Danmark.

Síðani hevur hon verið ráðharri í fleiri førum, umframt at hon hevur verið  ES-kommiserur og frá 2006 til 2010 var hon yvirborgmeistari í Keypmannahavn.

Ritt Bjerregaard var eisini ein umstríddur politikari, sum tey nógv høvdu eina rættiliga avgjørda meining um, og hon var í mongum dysti, bæði við fjølmiðlar og sín egna flokk, og hon var íðin fortalari fyri javnstøðu.

Eitt nú varð hon umstrídd fyri at hava gist á einum rættiliga dýrum gistingarhúsi í París. Tað var eitt mál, sum gav henni eyknevni sjampanjusosialisturin. Tá mátti hon leggja frá sær sum ráðharri, men hon helt fram í fremstu røð í flokkinum, og fá ár eftir var hon aftur ráðharri.

Sum ráðharri nýskipaði hon danska fólkaskúlan og hon setti eisini »smiley« skipanina í verk

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Bergsøy hevur enn fyrsta stigið til góðar

4 tímar síðan
Tíðindi

AfD størstur – CDU rakk ikki upp um tinggáttina

5 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV misti sigurin í yvirtíðini

5 tímar síðan
Tíðindi

AfD vinnur – flokkurin hjá Merz er undir tinggáttini

5 tímar síðan
Fótbóltur

Mjällby hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

5 tímar síðan
Tíðindi

Faðir og sonur heimsmeistarar

6 tímar síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF tapti - Mattias H. Lamhauge var vrakaður hjá Strømsgodset

6 tímar síðan
Fótbóltur

Burn: EB vann søguligan sigur - H71 og Kyndil vunnu eisini sínar dystir

6 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: EB vann annan dystin á rað

6 tímar síðan
Tíðindi

Búskapurin hjá Iran er tódnaður undir krígnum

7 tímar síðan
Tíðindi

Flokk­urin hjá Putin fær 57 pros­ent í fyrstu upp­teljingini

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Miðlastuðulin er politiskt mál – ikki embætismannamál

7 tímar síðan