Seinasta ESSO pumpan, ið stendur eftir í Føroyum, er høvuðsumvæld og sett upp aftur í Trøðum á Sandi, har hon hevur staðið síðan 1955.
Pumpan var í ógvuliga ringum standi og mátti nú umvælast, áðrenn hon fór so illa at einki gjørdist við hana.
- ESSO setti pumpuna upp í 1955. Eg haldi, at tað var Palli á Lava, ella ESSO-Palli, sum setti hana upp, og pumpan bleiv brúkt nakað inn í 1980ini sigur Tórur Johannesen, ein av stigtakarunum til umvælingina.
Tað eru Miðstovumenn heiman av Sandi, sum hava tikið sær av at umvæla pumpuna og serliga er tað Ásmund Johannesen, sum hevur tikið sær arbeiðnum, sigur Tórur.
- Pápin (Kristian Johannesen) og Magnus (bróðir Kristian) høvdu eitt virkið, sum byrjaði í 1937. Teir umsótu pumpuna og høvdu oljusølu í oynni eisini, sigur Tórur Johannesen.
Pumpan hevur staðið til øll árini síðan hon var uppsett, men nú er hon gjørd óvirkin. Tórur Johannesen sigur, at til hesa pumpuna eru deilir av eini aðrari pumpu brúktir, tí tann gamla var í so ringum standi.
- Vit fingu eina pumpu úr Danmark, sum vit kundu brúka til eykalutir til hesa pumpuna. Tí arbeiðnum hevur Dávur Winther í høvuðsheitum tikið sær av, sigur Tórur Johannesen.
Mest lisið hesa vikuna
Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina
24. oktober kl. 21:15
Heðin Mortensen vísir tatoveringarnar
24. oktober kl. 15:02
Løgreglan eftirlýsir mann í Havn
Í gjár kl. 07:44
Ein stormskaði fráboðaður
25. oktober kl. 09:07
Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík
24. oktober kl. 10:22
Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge
26. oktober kl. 20:45
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Grønland umhugsar sína luttøku í norðurlendska samstarvinum
56 minuttir síðan
Tíðindi
Foreldrabólkur fyri foreldur at børnum, sum eru fødd ov tíðliga
1 tími síðan
Ítróttur
Myndir: Small States of Europe Team Championship í badminton
2 tímar síðan
Tíðindi
Tey rokast í Skúgvi í dag
3 tímar síðan
Tíðindi
Fleiri túrar á Sundaleiðini
3 tímar síðan
Tíðindi
So nógv vita danskir politikarar um Føroyar
3 tímar síðan
Tíðindi
Útgávutiltak: Nivinaja og Friðleys
3 tímar síðan
Tíðindi
Eingi bløð komin til landið
4 tímar síðan
Tíðindi
Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«
4 tímar síðan
Tíðindi
Allir partrolarar eru til fiskiskap
4 tímar síðan
Tíðindi
Hetta gera línuskipini í løtuni
5 tímar síðan
Lesarabrøv
Mentan og list geva okkum lívsinnihald
5 tímar síðan