Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur undirskrivað samstarvsavtalu við First Lego League Føroyar, ið Jákup Heinesen, verkætlanarleiðari, umboðar. Undirvísingarstýrið og Nám eru eisini partar í samstarvsavtaluni, sum gevur eitt fíggjarligt íkast á 100 túsund krónur til hetta spennandi virksemi í fólkaskúlanum.
Endamálið við First Lego League er at kveikja áhugan hjá skúlanæmingum fyri tøkni, vísindi, nýskapan og íverksetan. First Lego League kappingin styrkir førleikarnar hjá næmingunum í forritan, tøkni og gransking, umframt at menna sosialar førleikar. Næmingarnir skulu forrita ein lego-robot til at loysa eina avbjóðing, sum er serstøk á hvørjum ári. Kappingin varir í 8 vikur og verður skipað eftir sama altjóða leisti í 110 londum.
Næmingar, sum eru millum 10 og 16 ár, kunnu luttaka í kappingini, og í fjør vóru yvir 30 lið, sum luttóku. Vinnararnir í Føroyum kappast víðari í Danmark, og um tey eisini vinna har, koma tey enn longur út í heim at kappast. First Lego League Føroyar stuðlar og vegleiðir skúlum og lærarum, sum lata skúlaflokkar luttaka í kappingini.
Tað hevur verið stór undirtøka fyri hesi kapping, sum hevur verið hildin í Føroyum á hvørjum ári líka síðani 2006. Virksemið er økt seinnu árini, og neyðugt er við einum fíggjarligum íkasti. Alt virksemi hjá First Lego League er sjálvboðið, men tað eru eyðsæð nógvar útreiðslur at skipa fyri eini so stórari og tøkniligari kapping. First Lego League Føroyar søkir eisini fíggjarligan stuðul frá fyritøkum og grunnum.
Samstarvsavtala undirskrivað við First Lego League Føroyar Samstarvsavtala undirskrivað við First Lego League Føroyar
Dagfinn Olsen
3. september 2024 kl. 19:05
Mest lisið hesa vikuna
14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík
18. september kl. 19:15
Hesi eiga Varðan – og hesi sita nú við borðendan
18. september kl. 12:21
Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út
21. september kl. 18:15
Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur
19. september kl. 22:26
Umhugsa at taka leitingina uppaftur
21. september kl. 10:15
Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón
22. september kl. 23:15
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Hálvt stig móti Meksiko
2 tímar síðan
Tíðindi
Nations League: Átta dystir eru leiktir í dag
4 tímar síðan
Fótbóltur
Myndir: Haaland gjørdi munin tá Noreg vann á Danmark
4 tímar síðan
Hondbóltur
VIDEO: Trúgvi Hávardsson var stóra hetjan hjá HK
4 tímar síðan
Tíðindi
Árni Andreasen gevur nýggjan sang út
4 tímar síðan
Tíðindi
Tjóðveldi vil taka løgregluna heim í 2028
6 tímar síðan
Tíðindi
El Niño: Hitin kann kosta 451.000 mannalív
7 tímar síðan
Tíðindi
Kjøtið dýrkað nærum átta prosent
8 tímar síðan
Lesarabrøv
Vit kunnu ikki lata standa til, til hóttanin er í okkara túni
9 tímar síðan
Tíðindi
Faðir og dóttir á býráðsfundi
9 tímar síðan
Fótbóltur
Fjepparafelagið "Skansin" stuðlar Eydnudeildini
10 tímar síðan
Tíðindi
Hægri rentur og prísir minka um keypiorkuna hjá føroyingum
10 tímar síðan