Sandoy Smíð byggir í løtuni trý raðhús í nýggjastu útstykkingini á Sandi.
- Vit hava verið í gongd í eina viku við at smíða elementir til raðhúsini.
Soleiðis greiðir Brandur Sandoy, timburmeistari, frá á sínum Facebook-vanga um dagarnar.
Hann leggur aftrat, at teir nú eru komnir meira enn í helvt við elementunum.
- Hetta eru fyrstu raðhúsini í Sandoynni av sínum slagi, sum verða bygd við sølu fyri eyga, og tað er Sandoy Smíð, sum byggir og selur.
Brandur Sandoy greiðir frá, at tvey av raðhúsunum verða 110 fermetrar, og tað triðja verður 116 fermetrar stórt.
- Øll raðhúsini hava trý kømur, tvey wc, terassu og carport. Tvey av húsunum verða seld innilokað, og tað triðja verður selt lyklaklárt.
Timburmeistarin sigur seg vóna, at verðrið verður hampiligt næstu tvær vikurnar, soleiðis at húsini kunnu koma upp at standa.
- Hetta er fyrsta royndin hjá okkum við hesum, og alt er selt - uttan at vera lýst til sølu, sigur Brandur Sandoy á sínum Facebook-vanga.
