info
Ongi úrslit

Skulu finna nýtt valevni fyri Henrik Old

Í kvøld klokkan 20 verður helst seinasti uppstillingarfundur hjá Suðuroyar syðra Javnaðarfelag

Vilmund Jacobsen
3. mars 2026 kl. 13:46

Tað hevur ikki verið endaliga greitt, um Henrik Old fór at lata seg stilla uppaftur á løgtingsvalinum hin 26. mars.

Men, í kvøld verður so væntandi seinasti uppstillingarfundur hjá Suðuroyar syðra Javnaðarfelag, har Henrik Old hevur verið uppstillaður heilt síðan á løgtingsvalinum í 1984 - við undantakið av løgtingsvalinum í 2008, tá hann ikki stillaði uppaftur.

Undan uppstillingarfundinum í kvøld tykist greitt, at Henrik Old hevur stillað upp til eitt løgtingsval fyri seinastu ferð, og at uppgávan hjá felagnum nú verður at finna eitt nýtt valevni fyri flokkin í syðru helvt av Suðuroynni.

In.fo veit frá vælvitandi keldum í dag at siga, at áhugin í Suðuroy at stilla upp fyri Javnaðarflokkin í skortar ikki, men uppgávan verður at finna eitt valevni, sum kann lyfta uppgávuna eftir løgtingsmannin gjøgnum mong ár, Henrik Old.

Henrik Old kom fyrstu ferð á ting eftir løgtingsvalið í 1984 og hevur sitið meginpartin av tíðini síðan. Í 2004 varð hann ikki afturvaldur, men tá Jóannes Eidesgaard gjørdist løgmaður, kom hann inn sum varamaður.

Á løgtingsvalinum í 2008 stillaði Henrik Old ikki upp, men í 2011 stillaði hann upp aftur og varð valdur, og hann hevur sitið á Føroya løgtingi síðan.

Í stívliga trý ár - frá 5. september í 2015 til hin 1. oktober í 2018 - sat Henrik Old sum landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

Í gjár kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Ognartøka at avtaka havnagjaldið - tað sigur Innlendismálaráðið

0 minuttir síðan
Lesarabrøv

Eyðgunn: Vit mugu eisini fara aftur um tølini

11 minuttir síðan
Tíðindi

Filmsvinnu­ráðið: Vit mugu fylgja menningini

34 minuttir síðan
Tíðindi

90 ára føðingardagur

1 tími síðan
Tíðindi

Skjótur vøkstur kann hava ein kostnað fyri hjartað hjá laksi

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2027

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Í minsta lagi 19 dripin í russiskum álopum

3 tímar síðan
Tíðindi

Næstan allir skúlar við í átakinum »SkíggjaSunn«

5 tímar síðan
Tíðindi

Kloakkir í Útibø skulu dagførast

6 tímar síðan
Tíðindi

Støkk-inn koppseting á Sandi í dag

6 tímar síðan
Tíðindi

Barnagarður verður víðkaður við einari eind

6 tímar síðan
Tíðindi

Einki aldurs­mark og eing­in há­marks­ferð fyri el-súkklur

6 tímar síðan