Tvey av seks umførum í EM-undankappingini í hondbólti hjá monnum vóru avgreidd í farnu viku.
Evropeiska hondbóltssamgongan, EHF hevur valt liðið fyri tvey tey fyrstu umførini, og millum teir kosnu er Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Staðfestast má, at talan er um ein sera stóran heiður.
Í 34-34 javnleikinum móti Montenegro í Podgorica skoraði Elias átta mál, og hann legði eisini upp til fimm mál. Elias hevði eisini eitt sokallað "steal", har hann vann bóltin í einari álopsstøðu hjá mótstøðuliðnum. Í 37-30 heimasigrinum á Kosovo skoraði Elias fimm mál, legði upp til fimm mál, og eisini í tí dystinum gjørdist talan um eitt "steal".
Omanfyri síggjast teir átta leikararnir, ið eru valdir til á liðið. Norðurlendingar eiga fýra av átta plássum.