info
Ongi úrslit

Stella Polaris kappingin hildin í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla

Stella Polaris - tilmeldingarfreistin er 15. novembur!

Eirikur Lindenskov
6. oktober 2026 kl. 15:30

STELLA POLARIS 2027:

Frá 24.-27. februar 2027 verður Stella Polaris kappingin hildin í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla. Stella Polaris er tónleikakapping fyri ungar evnaríkar tónleikarar, sum fara at framføra vand tónleikaverk fyri bæði áhoyrarum og einum dómarabólki við 5 fólkum.

Fýra Aldursbólkar

Kappast verður í fýra ymiskum aldursbólkum. Hesir eru:

  • Bólkur 1: 0 til og við 11 ár

  • Bólkur 2: 12 til og við 15 ár

  • Bólkur 3: 16 til og við 19 ár

  • Bólkur 4: 20 til og við 24 ár

  • Bólkur 1 kappast mikudagin 24. februar

  • Bólkur 2 kappast hósdagin 25. februar

  • Bólkur 3 kappast fríggjadagin 26. februar

  • Bólkur 4 kappast leygardagin 27. februar

Stella Polaris hevur sum mál at styrkja og menna skapanargleðina hjá ungu tónleikarunum og vísa fjølbroytni í klassiska tónleikinum. 

Tilmeldingarfreist

Tilmeldingarfreist er 15. novembur 2026, og tilmeldast kann umvegis heimasíðu Tórshavnar Musikkskúla:

https://www.tm.fo/stella-polaris/stella-polaris-tilmeldingarsida/

Undanfarin ár

Fyrsta kappingin varð hildin í 2014. Tey, sum hava vunnið elsta bólkin gjøgnum árini, eru:

  • 2014 – Mattias Kapnas (klaver)

  • 2015 – Alvi Joensen (gittar)

  • 2017 – Dávur Birgisson (gittar)

  • 2019 – Ernst Dánjalsson Remmel (trompet)

  • 2021 – Aksel Dánjalsson Remmel (klaver)

  • 2023 – Andrias Blaasvær (violin)

Stella Polaris hevur til endamáls at stuðlað og heiðrað okkara evnaríku tónleikarum, sum eru komnir langt á tónleikaleiðini. Fleiri av vinnarunum og luttakarunum teljast nú millum tey fremstu ungu tónleikafólkini í Norðurlondum.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

17 tímar síðan

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

Í gjár kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Septembur 2026 – næstan sum hann eigur at vera

1 tími síðan
Tíðindi

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

2 tímar síðan
Tíðindi

Meiri ferð á føroyska búskapinum í fjør

3 tímar síðan
Fótbóltur

Heini er millum teir fyrstu ellivu í dag

3 tímar síðan
Tíðindi

Ísland økir alivinnuna við rúkandi ferð

4 tímar síðan
Tíðindi

Marco Rubio: - Ísland er sentralt fyri trygdina her norðuri

4 tímar síðan
Tíðindi

Nærum 2,8 milli­ard­ir í av­lopi á gjalds­javnanum

5 tímar síðan
Fótbóltur

Eyðun kennir seg næstan sum heima

5 tímar síðan
Fótbóltur

Hallur Hansson gevst í fótbólti

6 tímar síðan
Tíðindi

Leiðari settur fyri Ung­dóms­ráð­gev­ing­ina hjá Sinnisbata

6 tímar síðan
Tíðindi

Eitt rør er brotið í Ánagjógv

6 tímar síðan
Tíðindi

Bárður á Lakjuni fer at framføra í Strandamáling

6 tímar síðan