info
Ongi úrslit

Stovnarin av Sinful er gestur í Búskapi & Vinnu mikukvøldið

Eirikur Lindenskov
28. mai 2024 kl. 12:07

Tíðindaskriv:

Mikukvøldið sendir Televarpið eina serútgávu av Búskapi & Vinnu, har verturin Johnny í Grótinum ger fimm samrøður við nøkur av framløgufólkunum á Tonik ráðstevnuni 2024. Ein av gestunum er Mathilde Mackowski, sum í 2008 stovnaði fyritøkuna Sinful saman við táverandi sjeiki sínum. Sinful er í dag størsti nethandilin fyri sexleikur í Norðurlondum.

Í samrøðuni greiðir Mathilde millum annað frá, hvussu tað kom í lag fyri nógvum árum síðani, at hon valdi at selja ein part av ognarlutinum í fyritøkuni.

“Eg føldi, at hann arbeiddi nógv harðari enn eg, tí hann er ein veruligur arbeiðshestur” greiðir Mathilde frá. “Tað ávirkaði meg, at eg ikki føldi meg eydnast í arbeiðinum og at varðveita eldhugan. So eg setti mær sjálvum spurningin, hví er tað, at vit endiliga skulu eiga fyritøkuna helvt um helvt? Er tað í tráð við javnstøðu, tí fyri mær virkaði tað øgiliga ójavnt býtt, at hann arbeiddi nógv meira enn eg, men eg fekk helmingin av vinninginum.”

Mathilde skeyt tí upp fyri makkaranum, sum tá ikki longur var maki hennara, men framvegis forrætningspartnari og medeigari, at tey fóru frá at eiga helmingin í part til, at hon átti ein triðing av partabrøvunum. Hann keypti soleiðis ein part av hennara ognarluti.

Nøkur ár seinni, í 2021, seldu tey meirilutan til danska íløgugrunnin Polaris, soleiðis at tey fingu nakrar hundrað milliónir krónur í part. Hóast vinningur hennara soleiðis gjørdist helvtina so stórur sum hjá makkaranum, sigur Mathilde avgerðina um at selja vera hennara bestu íløguavgerð: “Tí hann arbeiddi jú enn harðari og gjørdi fyritøkuna enn meira verda, meðan eg slapp at hugsavna meg um tær arbeiðsuppgávurnar, sum eg helt vera stuttligar og passa mær.”

Umframt Mathilde Mackowski luttaka eisini Peter Vesterbacka, stovnari av Angry Birds, Peter Sandberg, íleggjari, Maria Fagranes Clemmensen, Tech Nordic Advocates, Bárður Háskor, stovnari og tøknistjóri í FarPay, og Ulla Joensen, stjóri í Elektron.

Sendingin verður at síggja á Rás 1 mikukvøldið eftir hálvfinalurnar í steypakappingini í fótbólti, klokkan 20:30. Sendingin sæst eisini á netvarpinum á www.tv.fo.

Ein brellibiti frá sendingini sæst her:

https://www.facebook.com/watch/?v=1162634464924824

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

EM-mótstøðuliðini hjá Føroyum spældu venjingardystir í farnu viku

31 minuttir síðan
Fótbóltur

FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi

7 tímar síðan
Hondbóltur

Skuru tapti í Västerås

8 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann føroyingauppgerðina í Garðabær

8 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður er boð­in at syngja karaoke í Finn­landi í kvøld

8 tímar síðan
Tíðindi

Miðlar: Bolsonaro farin úr Brasil eftir valtapið

9 tímar síðan
Tíðindi

Melania Trump: Vápna­hvíld­in í Ukra­ina er víðkað

9 tímar síðan
Lesarabrøv

Skal tað loysa seg at arbeiða – ella at eiga?

10 tímar síðan
Tíðindi

Kanningar á val­støð­um: Eing­in greið­ur vinn­ari í Ísrael

10 tímar síðan
Fótbóltur

U17-landsliðið tapti greitt fyri Rumenia

10 tímar síðan
Tíðindi

Ísrael noktar at leingja atkvøðugreiðsluna

10 tímar síðan
Fótbóltur

Dysturin B68-NSÍ byrjar longu klokkan 14 leygardagin

11 tímar síðan