info
Ongi úrslit

Todi er nú venjari í Danmark

Verður tvey tey næstu árini venjari í Frederikssund IK

Jóannes Hansen
4. juli 2022 kl. 19:13

Todi Jónsson hevur fingið nýtt venjarastarv í Danmark. Í dag hevur Frederikssund IK boðað frá á heimasíðu síni, at Todi Jónsson er nýggjur venjari í felagnum, og at talan er um tvey ára sáttmála. Tað vil siga, at Todi verður venjari í Frederikssund IK fram til á sumri í 2024.

Frederikssund IK er felag í Danmarksseriuni. Frederikssund er í Norðursjællandi, og har búgva umleið 46 túsund fólk í kommununi.

Formaður í FIK er Jacob Levin Nielsen, og hann sigur við heimasíðuna hjá felagnum:

-Leiðslan og karmarnir eru teir røttu, nú ætlanin er ítróttarliga at gira upp. Tað er okkara fatan, at Todi Jónsson er rætti maðurin at menna felagið og ungu spælararnar og vinna dystir.

Martin S. Hilstrup hevur verið venjari. Hann hevur ynskt at sleppa úr venjarastarvinum og verður nú hjálparvenjari. Ein annar hjálparvenjari og málmansvenjarin halda fram í felagnum, so talan er um nógv kent fólk, sum nú fara at samstarva við Toda Jónsson.

Fyrsta venjingin verður 12. juli, og fyrsti landskappingardysturin verður 6. august á útivølli ímóti BK Skjold, sum heldur til á Eysturbrúgv í Keypmannahavn.  

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

22 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

22 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Gegnið ella ikki og eldradepil í Kollafirði

5 tímar síðan
Fótbóltur

AC Horsens er eitt stig frá ovara endaspælinum

5 tímar síðan
Tíðindi

HK vann og Stjarnan tapti

6 tímar síðan
Tíðindi

Oddaliðini økja

6 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vil steðga oljuálopum aftur fyri Patriot-rakettir

7 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Sasja vann seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini

7 tímar síðan
Tíðindi

Minningarhald í Klaksvíkar kommuna

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Íløga í framtíðina

7 tímar síðan
Hondbóltur

Beiskt tap hjá føroyingaliðnum í Noregi

8 tímar síðan
Hondbóltur

Magnus Árason var toppskjútti í útisigri hjá Mors-Thy

8 tímar síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, pen­sjón­ir og til­búgv­ing á skránni á tingi

9 tímar síðan
Hondbóltur

Rói var millum toppskjúttarnar í teprum sigri hjá Aarhus

9 tímar síðan