info
Ongi úrslit

Ung í Mið­flokk­i­num eru kon­serva­tiv

Ungmannafelagið hjá Miðflokkinum hevur skift navn fyri at leggja dent á konservativu virðini – at varðveita og verja kjarnufamiljuna, hjúnarbandið og standa við, at tað bert eru tvey kyn, maður og kvinna

Eirikur Lindenskov
3. mars 2026 kl. 20:51

Tað skrivar felagið í tíðindaskrivi, sum tey hava sent miðlunum í kvøld:

 

Í seinastuni er nógv nýtt farið fram í ungmannafelagið hjá Miðflokkinum. Vit hava broytt navn, logo og sett eina nýggja stevnuskrá. Ein nýggj nevnd er vald og skipað. Umframt eru nógvar nýggjar og spennandi ætlanir settar í verk.

Ungmannafelagið hjá Miðflokkinum hevði aðalfund tann 07.02.2026. Har nýggja nevndin varð vald, og bleiv hon skipað soleiðis:

Markus Mortensen, formaður

Mattias Ljósheim, næstformaður og kassameistari

Kezia Mortensen, skrivari

Petur Takamasa Asano, nevndarlimur

David M. Mørk, nevndarlimur

Á aðalfundinum avgjørdi meirilutin at broyta navnið frá ”Ung fyri Miðflokkin” til ”Konservativ Ung”. Vit í ungmannafelagnum ynskja at standa við tey konservativu virðini, at varveita og verja kjarnufamiljuna, hjúnarbandið og standa við, at tað bert eru tvey kyn, maður og kvinna.

Ikki minst standa vit við, at øll eiga rættin til lív. Vit ynska verja tað ófødda barnið og verða ein rødd fyri tey, ið ikki hava eina rødd. Vit halda tískil, at nýggja navnið umboðar okkum, í ungmannafelaginum, sera væl.

Ung í dag seta tað at vera konservativur í samband við at verja hesi góðu og grundleggjandi etisku virðini í okkara samfelag. Tað er júst tað, sum er hjartamálið, bæði hjá Miðflokkinum og hjá okkum í ungmannafelagnum. Við hesum navninum ynskja vit at miðla okkara boðskap til ungdómin í Føroyum.

Í Konservativ Ung fara vit at varpa ljós á Woke-líknandi rák, sum spakuliga treingja seg inn og leypa á virðini í okkara samfelagi. Tey hava lopið á kjarnufamiljuna og hjúnabandið. Tey hava roynt, at tikið rættin til lív frá ófødda barninum, tó er enn ein glotti fyri framman, ein vón fyri at verja tey óføddu børnini komandi valskeið.

Vit ynskja at arbeiða ímóti hesum rákunum og varðveita tey góðu konservativu virðini, sum okkara samfelaga er bygt á. Vit ynskja at vera ein rødd fyri konservativa ungdómin í Føroyum.

Í Konservativ Ung ynskja vit, sum síðsta regla í tjóðsanginum sigur: “At bera tað merkið, sum eyðkennir verkið, ið varðveitir Føroyar mítt land.”

 

Konservativ Ung Ungmannafelagið hjá Miðflokkinum

 

Kunngerðir

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Ken Fagerberg er deyður

21 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bilførari tikin til blóðroynd í Eysturoy

18 minuttir síðan
Tíðindi

Margit Stóra umboðaði Føroyar á norðurlendskum ráðharrafundi

30 minuttir síðan
Tíðindi

Vilja leggja øll tunn­ils­feløg­ini sam­an í eitt felag

47 minuttir síðan
Lesarabrøv

Skert talufrælsi til minni­lut­an og mangl­andi skjøl í málinum

1 tími síðan
Tíðindi

Í dag verður fiski­veiði­av­tal­an við Russ­land um­rødd í Løg­tinginum

1 tími síðan
Tíðindi

Landsstýrismaðurin vil ikki avtaka 10. flokk

1 tími síðan
Tíðindi

Løgreglan leit­ar eft­ir bil­eig­ara í Varðagøtu

2 tímar síðan
Tíðindi

Norski verjumálaráðharrin: – Noreg er fyrireikað

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Hellas Verona fyri Entella

3 tímar síðan
Tíðindi

Libya boðar frá aftursvari eftir álop á russisk skip

8 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Bjarni var sera eyðsýndur í European League

9 tímar síðan
Tíðindi

Noreg letur upp fyri ílegubroyttum rávørum í alifóðri

10 tímar síðan