info
Ongi úrslit

Veljarakanning: Stórt skrædl hjá Fólkaflokkinum

Veljarin er so ónøgdur við orrustuna í Fólkaflokkinum, at flokkurin minkar niður í helvt – og samgongan fær ein syngjandi lúsing í feskari veljarakanning

Eirikur Lindenskov
7. januar 2022 kl. 08:13

Ringa støðan hjá Sambandsflokkinum stendur við í seinastu veljarakanningini, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Miðlahúsið. Men enn verri er støðan hjá Fólkaflokkinum, sum sambært kanningini hevði mist helmingin av tingmanningini, um løgtingsval var í dag.
Kanningin vísir, at Fólkaflokkurin hevði fingið 13,3 av atkvøðunum í mun til 24,5 prosent á seinasta løgtingsvali, sum er ein afturgongd upp á 11,3 prosentstig. Tað hevði givið Fólkaflokkinum 4 tingfólk í mun til 8 á seinasta løgtingsvali. 
Sambandsflokkurin hevur eisini stóra afturgongd sambært kanningini. Flokkurin hevði fingið 16,3 prosent, sum er ein afturgongd upp á 4 prosentstig í mun til seinasta løgtingsval, tá flokkurin fekk 20,3 prosent.
Stóri vinnarin í kanningini er Javnaðarflokkurin, sum fær 32,1 prosent. Tað er ein framgong upp á 10 prosentstig, og tað hevði givið Javnaðarflokkinum 11 tingfólk í mun til 7, sum flokkurin fekk á seinasta løgtingsvali. Tað er ein framgongd upp á 4 tingfólk.
Sjálvstýrisflokkurin er hesaferð rímuliga tryggur oman fyri sperrumarkið. Hann fær í kanningini 3,7 prosent, sum er ein framgongd upp á 0,3 prosentstig í mun til seinasta løgtingsval. Flokkurin varðveitir sín eina tingsess.
Tjóðveldisflokkurin fær í kanningini 20,1 prosent, sum er ein framgongd upp á 2 prosentstig, og tað gevur flokkinum 7 tingsessir, ein meira enn á seinasta løgtingsvali.
Framsókn hevur stóra framgongd í kanningin og meira enn tvífaldast í stødd. Flokkurin fær 9,9 prosent í mun til 4,6 prosent á seinasta løgtingsvali. Tað er ein framgongd upp á 5,3 prosentstig, sum gevur flokkinum ein tingsess aftur, so flokkurin fær 3 tingsessir.
Miðflokkurin hevur afturgongd í kanningini upp á 0,8 prosentstig og fer úr 5,4 niður í 4,6, sum tó ikki broytir tingmannatalið hjá flokkinum, sum fær tveir tingsessir.
Úrslitið av veljarakanningini er ein knúsandi ósigur til samgonguna, sum bara fær 11 tingsessir í mun til 17 á seinasta løgtingsvali. Ein afturgongd upp á 6 tingsessir.
Andstøðan fær í kanningini 22 tingsessir. Tað merkir, at sambært kanningini fáa andstøðuflokkarnir tvífalt so nógvar tingsessir, sum samgonguflokkarnir.

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

18 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

18 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Gegnið ella ikki og eldradepil í Kollafirði

1 tími síðan
Fótbóltur

AC Horsens er eitt stig frá ovara endaspælinum

1 tími síðan
Tíðindi

HK vann og Stjarnan tapti

2 tímar síðan
Tíðindi

Oddaliðini økja

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vil steðga oljuálopum aftur fyri Patriot-rakettir

3 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Sasja vann seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini

3 tímar síðan
Tíðindi

Minningarhald í Klaksvíkar kommuna

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Íløga í framtíðina

3 tímar síðan
Hondbóltur

Beiskt tap hjá føroyingaliðnum í Noregi

4 tímar síðan
Hondbóltur

Magnus Árason var toppskjútti í útisigri hjá Mors-Thy

4 tímar síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, pen­sjón­ir og til­búgv­ing á skránni á tingi

5 tímar síðan
Hondbóltur

Rói var millum toppskjúttarnar í teprum sigri hjá Aarhus

5 tímar síðan