Ein nýggj gongubrúgv skal gerast um Gøtugjógv. Landsverk hevur í dag, 5. oktober, boðið arbeiðið út, og freistin at lata tilboð inn er 26. oktober klokkan 14.
Brúgvin skal liggja fram við verandi vegbrúgv og bindast í gøtuna vestanfyri og parkeringsplássið eystanfyri.
Í útboðstilfarinum verður ein longd á umleið 36 metrar løgd til grund fyri prís og útrokningar. Endaliga longdin er tó ikki ásett, tí arbeiðstakarin kann laga loysnina til við rampum og íbindingum.
Fría gongubreiddin skal vera minst tveir metrar, og í minsta lagi hálvur metur skal vera millum nýggju brúnna og verandi vegbrúgv.
Gonguleiðin skal vera uttan trappur og óneyðugan hæddarmun. Dekkið skal hóska til bæði koyristólar og barnavognar og má ikki vera hált, heldur ikki tá tað er vátt. Harumframt skal ljós vera á brúnni, so trygt er at ferðast í myrkri.
Brúgvin skal gerast úr stáli ella aluminium og tola salt, regn og sjóvarloft. Hon og fundamentini skulu vera ætlað til 50 ára nýtslu við skipaðum viðlíkahaldi. Rekkverk skal vera báðumegin, og súlur og fundament mugu ikki setast í sjálva ánna.
Arbeiðið verður boðið út í heildararbeiðstøku. Tað merkir, at arbeiðstakarin hevur ábyrgd av bæði at tekna, framleiða, veita og seta brúnna upp og skal geva ein samlaðan, fastan prís fyri arbeiðið.
Tá tilboðini verða mett, telur prísurin 70 prosent og góðskan 30 prosent.
Sambært Keypsportalinum er ætlanin at kunngera vinnaran 14. desember. Veitingardagurin er ásettur til 30. apríl 2027.