Tíðindaskriv:
Cooke Challenger er útgjørd við tveimum FPT C16 høvuðsmotorum, sum hvør veitir 750 hk, umframt tveimum 115 kVA generatorum. Síðuskrúvur eru bæði framman og aftan, sum geva tvíkiljuni góða stýrieginleikar og gera tað møguligt at arbeiða neyvt undir krevjandi umstøðum.
Sterk og fjølbroytt arbeiðstvíkilja
Á dekkinum eru tveir Palfinger kranar, ein PK65002 og ein PK33002. Harumframt hevur tvíkiljan tríggjar koppar á dekkinum – tveir við 6 tons kapasiteti og ein við 3 tons kapasiteti.
Cooke Challenger er eisini útgjørd við einum 20 tons spæli og einum koblingsplátuhaldara. Saman við rúmliga arbeiðsdekkinum gevur útgerðin góðar møguleikar at loysa ymiskar uppgávur á alibrúkunum hjá Cooke Aquaculture.
-
©
Tvíkiljan hevur alla neyðuga nautiska útgerð og er innrættað við tveimum koyggjum.
Við Cooke Challenger fær Cooke Aquaculture eina sterka og væl útgjørda arbeiðstvíkilju, ið er bygd til at loysa tær fjølbroyttu uppgávurnar, sum hoyra til nútímans alivinnu.
