info
Ongi úrslit

07 Vestur og MB samstarva um gentufótbóltin

Undir heitinum ”Saman flyta vit okkum framá” boða 07 Vestur og MB frá, at tey fara at samstarva um gentufótbóltin í framtíðini

Tróndur Arge
21. januar 2023 kl. 18:26

Undir heitinum ”Saman flyta vit okkum framá” boða 07 Vestur og MB frá, at tey fara at samstarva um gentufótbóltin í framtíðini. Tað hevur leingi verið eitt ynski at fáa MB upp í 07 Vestur samstarvið, sum er ein samanlegging av SÍ og SÍF, so talan verður um eitt felag í oynni. Tað verður leisturin á gentusíðuni.

07 Vestur skrivar á heimasíðuni:

Í eina tíð hava fótbóltsfeløgini 07 Vestur og MB havt sera jaligar samráðingar um gentufótbóltin í Vágum, og vit gleðast um at boða frá, at feløgini nú fara undir samstarv um gentufótbóltin frá kappingarárinum 2023, verður skrivað á heimasíðuni hjá 07 Vestur.

Tey, sum fylgja við kvinnufótbólti vita, at tað er ein avbjóðing at fáa nóg mikið av gentum at spæla fótbólt. Soleiðis er eisini hjá okkum. Um kvinnufótbóltinum skal verða lív laga í Vágum, mugu allar góðar kreftir standa saman. Við hesum samstarvi vóna feløgini at venda gongdini og økja leikaratalið, so at fleiri gentur gerast virknar og fáa tilknýti til ein góðan og sunnan felagsskap. Feløgini hava í fyrstu atløgu avgjørt at samstarva um gentuliðini: U11, U13 og U16.

Vit ynskja at samstarvið skal geva gentunum nøktandi umstøður og avbjóðingar á fótbóltsliðnum, og at vit kunnu vera umboðað í bestu kvinnudeildini í nógv ár framyvir. Feløgini bæði eru samd um, at hetta samstarvið er so týdningarmikið fyri kvinnufótbólt í Vágum, at endadato ikki er sett á samstarvið.

Um samstarvið skal hepnast, mugu øll vera við: leikarar, venjarar, fjepparar, stuðlar og ikki minst kommunurnar. Saman skapa vit bestu umstøðurnar fyri genturnar, ið annars eru í vanda fyri at fara av oynni at spæla. Vit gleðast tí serliga um at kommunurnar vilja gera neyðugu íløgurnar í fótbóltsdeplarnar í Vágum, soleiðis at leikarar og venjarar fáa virðiligar karmar at virka undir.

Sørvágs kommuna er longu farin undir útbyggingar á Dungasandi og Vága kommuna hevur skift vøllin í Sandavági. Harafturat er Vága kommuna sinnað at gera íløgur í hølis- og vallarviðusskiftini bæði í Miðvági og Sandavági. Vit gleðast um at kommunurnar í Vágum standa so sterkt aftanfyri fótbóltsfeløgini bæði.

Eydnast hetta samstarvið væl, verður miðað ímóti at víðka samstarvið til eisini at fevna um lið í bestu kvinnudeildini, um ikki alt ov langa tíð.

Vit vóna, at vágafólk standa saman við feløgunum um hetta samstarvið. Soleiðis fáa feløgini best virkað hvør sær, og harvið eisini saman, til frama fyri fótbóltin í Vágum.

Mest lisið hesa vikuna

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

Í gjár kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

16 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Semja við Kina um at virka fyri betri marknaðar­atgongd

11 minuttir síðan
Tíðindi

Vágs kommuna ger stuttfilmar: Lívið í Vági

32 minuttir síðan
Tíðindi

Bilur fór av vegnum við Sandvíkarhjalla

51 minuttir síðan
Tíðindi

Stórur eldur á Gomlurætt í nátt

1 tími síðan
Fótbóltur

U15-landsliðið vann ein og tapti tveir dystir

2 tímar síðan
Tíðindi

Vitaly Klitsjko: - Spreingingar eru í Kyiv

8 tímar síðan
Tíðindi

Champions League: Tað endaði javnt millum Bayern München og Arsenal

8 tímar síðan
Hondbóltur

Stjarnan tapti á Akureyri

10 tímar síðan
Lesarabrøv

Sirið Stenberg er stúrin

10 tímar síðan
Tíðindi

Fiskimenn skulu fáa stuð­ul fyrr tá skip­ið er til um­væl­ingar

11 tímar síðan
Hondbóltur

Magnus Árason var sera effektivur fyri Mors-Thy í kvøld

11 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj ferjuruta kann koma mill­um Seyðis­fjørð og Aber­deen

12 tímar síðan