47 ára gamli Julian hevur funnið gaggurnar fram

Julian Johnsson verður nú at síggja í Seriu 4 í donskum fótbólti

Mynd: Old boys landsliðið hjá Føroyum í kapping í Norra. Julian Johnsson er ovast til vinstru

Julian Johnsson hevur funnið gaggirnar fram aftur og fer at spæla við Skårup IF í Seriu 4 í Danmark. 47 ára gamli fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin heldur ikki nógv um Old boys fótbólt.

 

- Eg eri glaður fyri, at Skårup IF hevur gjørt pláss fyri einum eldri spælara sum mær. Eg spæli nakað við Old Boys, men mær dámar ikki at verða kallaður fyri ein “Old Boys”, sjálvt um eg innast inni veit, at eg eri tað, sigur Julian Johnsson við bold.dk, sum hevur ein størri grein um skiftið.

 

Julian Johnsson, sum hevur eina fortíð í donskum, føroyskum, norskum, íslendskum og enskum fótbólti, kennir seg eisin væl fyri, til at spæla í seriu 4.

 

- Tað er ikki nógvir spælarar í Seriu 4, sum eru nógv betri fyri enn eg. Tað eru eisini nógvir í mínum aldri, sum ikki kunnu spæla fótbólt, men tað kann eg hóast nakar skurðviðgerðir, sigur Julian Johnsson.

 

Tað bleiv til 63 landsdystir fyri Julian Johnsson.

 

Mynd: Old boys landsliðið hjá Føroyum í kapping í Norra. Julian Johnsson er ovast til vinstru