info
Ongi úrslit

AB fer at halda páskir í Hólmanum

LØGMANSSTEYPIÐ: í kvøld eydnaðist tað argjamonnum at varpa lið úr bestu deildini úr steypakappingini

Jóannes Hansen
7. apríl 2025 kl. 22:16

AB spælir í næstbestu deildini, og fýra tey fyrstu umførini hevur tað verið eitt sindur upp og niður.

AB hevur vunnið ein dyst og spælt tveir javnar. Dysturin á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi varð útsettur, tí tað var so nógvur vindur inni í Vika.

Í kvøld var av fagrasta veðri, tá ið AB í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið hevði vitjan av FC Suðuroy. Tað eydnaðist AB at vinna 1-0, og so er tað greitt, at AB í fjórðingsfinaluni fer at spæla ímóti besta liðnum hjá EB/Streymi. Tað verður 2. páskadag, og tað verður í Hólmanum á Eiði.

Málskjútti á Argjum í kvøld var Bartal Skaalum Petersen. Fimm minuttir undan steðginum umsetti hann brotsspark til mál. Tólv minuttir eftir steðgin var Bartal aftur í brennideplinum, tá ið hann sá beinleiðis reytt kort.

So var AB undirmannað í meiri enn ein hálvan tíma. FC Suðuroy spældi seg til onkran stóran málmøguleika, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið aftanfyri Jesper Christian Sørensen, sum fríggjadagin verður 22 ár. Hann er dani og nýggjur málverji á Argjum. Hann hevur spælt ein landskappingardyst við AB og í kvøld spældi hann fyri fyrstu ferð í steypakappingini.

Hjá FC Suðuroy var hetta fyrsti og einasti steypadysturin í ár. Nú er fokus á landskappingini, har FC Suðuroy hósdagin vann fyrstu stigini í 1-0 heimasigrinum ímóti TB.

Seinnapartin sunnudagin fer FC Suðuroy at spæla landskappingardyst á útivølli ímóti 07 Vestur.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

13 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

15 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

19 tímar síðan

Vestergaard: Kósin er sett – Suðuroyggin skal hava fast samband

15 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tvey samdøgur á kjølinum á einari jollu

1 tími síðan
Tíðindi

Putin ávarar um evropeiskar herdeildir í Ukraina

2 tímar síðan
Tíðindi

87 mál vóru skotin í føroyingauppgerðini millum Val og Fram

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tvey føroyingalið leiktu javnt 0-0 í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

3 tímar síðan
Tíðindi

Nanortalik atkvøður um at gerast sjálvstøðug kommuna aftur

3 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina fremur álop víða um í Russlandi

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: SV Ried megnaði javnleik móti Red Bull Salzburg

3 tímar síðan
Hondbóltur

Maria vann á sínum gomlu liðfeløgum

4 tímar síðan
Tíðindi

Snyrilsmálið noyðir Danmark at hyggja at sær sjálvum í speglinum

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian og liðfelagarnir taptu í Parkini

4 tímar síðan
Hondbóltur

Rói var toppskjútti tá Aarhus vann fyrsta sigurin

5 tímar síðan
Tíðindi

Borgarligar flokkar í Svøríki trúgva upp á vend í valstríðnum

5 tímar síðan