info
Ongi úrslit

Albania hevur vunnið seg til EM úr okkara bólki

Albania megnaði javnleik 1-1 á útivølli í Moldova, og tí enda albanar millum tvey tey ovastu liðini í okkara EM-undankappingarbólki

Heri Simonsen
17. november 2023 kl. 19:20

Tað einasta sum ikki er spennandi í EM-undankappingarbólki E er, at Føroyar fara at enda aftast í bólkinum.

Annars hevur verið ein hørð kapprenning millum Albania, Kekkia, Moldova og Póland um at vinna seg til EM-endaspælið við at enda nummar eitt ella nummar tvey í bólkinum.

Nú er tað staðfest, at Albania sum Føroyar møta á útivølli mánakvøldið klokkan 19.45 endar millum tvey tey ovastu liðini í bólkinum, og sleppur Albania tískil at royna seg í EM-endaspælinum í Týsklandi komandi summar.

Albania megnaði javnleik 1-1 á útivølli í Chisinau í Moldova, og tað var nóg mikið hjá albanum at tryggja sær EM-luttøku. Sokol Cikalleshi legði Albania á odda við brotssparki tá 25 minuttir vóru leiktir. Heilt móti dystarenda javnaði Vladyslav Babogio til javnleik 1-1. 

Albania hevur 14 stig og Moldova og Póland kunnu fáa í mesta lagi 13 stig. Tað er bert Kekkia, ið kann yvirhála Albania. Kekkia kann røkka 17 stigum við sigri á Pólandi í kvøld, og við sigri á Moldova mánakvøldið.

Støðan í bólki E beint nú er, at Albania hevur 14 stig fyri sjey dystir, Kekkia hevur 11 stig fyri seks dystir, Póland og Moldova hava 10 stig fyri sjey dystir. Aftast eru Føroyar við bert einum stigi. 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

18 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

21 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Heystfagnaðarskráin 2026 er tøk

4 minuttir síðan
Tíðindi

53 milliónir meira til gransking og menning

37 minuttir síðan
Tíðindi

Fyrsta føroyska váða­mynd­in verð­ur klár í nov­em­ber ella desem­ber

1 tími síðan
Fótbóltur

Eitt stig til B68 og sjey stig til Víking

2 tímar síðan
Tíðindi

Almenn byggisamtykt endurskoðað og góðkend

2 tímar síðan
Tíðindi

SSL skal gjalda: Havnin vil ikki víkja frá avtalu

2 tímar síðan
Tíðindi

SSL-skip skulu ikki frítakast fyri at gjalda

3 tímar síðan
Tíðindi

Nato ávarar Russland

4 tímar síðan
Fótbóltur

Sjey stig til NSÍ og eitt stig til Skála ÍF

4 tímar síðan
Tíðindi

Smyril kann enda á Sundi

4 tímar síðan
Tíðindi

Oljan ein ógvuliga tungur postur fyri navigatørarnar

5 tímar síðan
Tíðindi

Setið í verk fíggj­ar­pol­it­isk reglu­verk sum munar

5 tímar síðan