Anna Maria tók av fyrstu ferð

- Vit eru ómetaliga spent, segði fjarritarin í gekka-spælinum í kvøld, sum longu í fyrstu royndini streyk avstað við 150.000 krónum.

Tað gekk bæði skjótt og væl hjá Onnu Mariu á Norðoyri í kvøld. Hon var fjarritari hjá Jóannesi, sum hevði fingið fulla plátu.

 

Høvuðsvinningurin var á 2,5 miljónir, sum Jóannes valdi at deila í teir tríggjar leyparnar við 850.000 kónum í hvørjum leypi.

 

- Hetta er ómetaliga spennandi, segði fjarritarin, áðrenn hon slapp at snara hjólinum fyrstu ferð.

 

Og tað gjørdist bara til ta einu royndina.

 

Tí, hetta fyrsta snarið eydnaðist so mikið væl, at gekka-vinnarin hevði ikki hug at váða tað, sum longu nú var í hús.

 

Í fyrstu royndini steðgaði gekka-hjólið nevniliga á 50.000 krónum, sum faldað við trý gav vinnaranum 150.000 krónur.

 

Og her var als eingin ivi.

 

- Vit taka tað. Jú, takk, sigur maðurin. Tað eru nógvir pengar, vóru orðini hjá fjarritaranum, Onnu Mariu á Norðoyri.

 

Tá eingi eftirnøvn vórðu nevnd í kvøld, gita vit, at fjarritarin var Anna Maria Jákupsdóttir og gekkavinnarin, Jóannes Højsted.