info
Ongi úrslit

Annfinn Brekkstein ætlar sær fimta skeiðið í býráðnum

Hann hevur einsamallur umboðað Sambandsflokkin í Tórshavnar býráð í 16 ár

Eirikur Lindenskov
22. august 2024 kl. 13:16

Og fyri ta tíð sat hann í 16 ár í bygdarráðnum á Velbastað. Tað vil siga, at Annfinn Brekkstein hevur 32 ára royndir í kommunalpolitikki, nú hann bjóðar seg fram til enn eitt skeið í Tórshavnar býráð.
– Eg eri spurdur og eg havi boðað Føroya Væl, sum er valfelag Sambandsfloksins í Havn, frá, at eg bjóða meg fram til býráðsvalið aftur hesaferð, sigur Annfinn Brekkstein, tá vit spyrja hann um uppstilling.
Sambandsflokkurin hevur havt sín fyrsta uppstillingarfund, og sum skilst eru nøkur nøvn komin á listan. Eftir eru tveir uppstillingarfundir, áðrenn listin er endaligur.
Býráðsvalið verður 12. november, og tríggjar vikur fyri valdagin klokkan 18 skulu listarnir vera inni.
Hóast Annfinn Brekkstein hevur verið einsamallur sambandsmaður í býráðnum øll árini, so hevur flokkurin havt sína stórheitstíð. Serliga eftir at Listbeth Petersen, sála, sum andaðist herfyri, varð vald í býráðið í 1984. Hon umboðaði eisini flokkin einsamøll og gjørdist varaborgarstjóri hjá Poul Michelsen.
Í 1988 stillaði Heðin Mortensen eisini upp fyri sambandsflokki, og eftir býráðsvalið í 1992 gjørdist Lisbeth Petersen borgarstjóri. Tá fekk flokkurin vindí seglini og vaks til fýra umboð.
Dagin eftir býráðsvalið í 2004 kom rok í hjá Sambandsflokkinum, tí Heðin Mortensen hevði skipað samgongu við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Hini í flokkinum vildu hava samgongu við Fólkaflokkin og at Jan Christiansen í Fólkaflokkinum skuldi halda fram sum borgarstjóri. 
Heðin Mortensen varð síðani koyrdur úr Sambandsflokkinum. Hann fór tí upp í Javnaðarflokkin, og tí var tað Javnaðarflokkurin, sum fekk borgarstjórasessin, sum Heðin Mortensen hevði ætlað at Sambandsflokkurin skuldi fáa. 
á valinum í 2008 full tey bæði umboðini hjá Sambandsflokkinum í býráðnum, Høgni Mikkelsen og Beate L. Samuelsen – og Annfinn Brekkstein var einsamallur valdur fyri Sambandsflokkin. Hann er síðani afturvaldur í 2012, 2016 og 2020 – hvørjaferð sum einsamalt umboð fyri Sambandsflokkin.
Sambandsflokkurin er í samgongu við Javnaðarflokkin, sum hevur seks umboð í býráðnum, har Annfinn Brekkstein er varaborgarstjóri.
 

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir hevur skotið 76 mál í 10 dystum

1 tími síðan
Tíðindi

Íleggjarar lofta aftur Frihedsbrevet

2 tímar síðan
Hondbóltur

Sætta tapið á rað hjá Bergsøy

2 tímar síðan
Hondbóltur

GOG var fyri fyrsta tapinum - Skanderborg Aarhus vann

3 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu

3 tímar síðan
Tíðindi

Danmark vil senda russ­ar til út­ferðar­mið­støð í Ruanda

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Samuel tryggjaði Ried sigurin í yvirtíðini

4 tímar síðan
Tíðindi

Norsk fiskamóttøka á húsagang eftir løgregluátak

4 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Advokaturin í barnagarðinum

5 tímar síðan
Tíðindi

Demokratarnir fáa størsta meirilutan í 34 ár

6 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag í dansifrøi

6 tímar síðan
Tíðindi

Burn: Kyndil og Team Klaksvík vunnu greiðar sigrar

7 tímar síðan