Tað var sum í gomlum døgum, tá Sir Alex Ferguson og Arsene Wenger dystaðust um meistaraheitið, tá Arsenal og Manchester United møttust á Emirates leikvøllinum í London.
Arsenal var leikliga omaná meginpartin av dystinum, men tað var Manchester United, sum tók fyrsta stikk. Marcus Rashford er í stórformi og langaði til, tá hann hevði vunnið sær eitt vet av plássið uttanfyri brotsteigin. Bólturin smoygdi sær inn fyri nærmastu stong uttan møguleika hjá málverjanum at gera nakað.
Bara løtu seinni javnaði Edward Nketiah fyri Arsenal. Álopið var avbera gott og ungi framherjin stútaði bóltin í málið. Átta minuttir inn í seinna hálveik legði evnaríki Bukayo Saka Arsenal á odda við hørðum og neyvum skoti úr høgru.
Hesa ferð var tað Manchester United, sum svaraði aftur. Edtir hornaspark stútaði Lisandro Martinez í málið, eftir at málverjin og ein verjuspælari hjá Arsenal ikki fingu avgjørt hvør skuldi hava bóltin.
Alt endaði við dramatikki í seinasta minuttinuav teimum 90, tá ungi Edward Nketiah bleiv tvímálsskjútti. Hetta eftir at Arsenal hevði trýst Manchester United í botn ein part av seinna hálvleiki.
Úrslitið og avrikið merkir, at Arsenal enn er favorittur at vinna meistaraheitið, men tað er ikki leyst og liðugt, tí Manchester City og Arsenal skulu møtast innanhýsis tvær ferðir.
Premier League 20. umfar:
Liverpool – Chelsea 0-0
Bournemouth – Nottingham Forest 1-1
Leicester City – Brighton 2-2
Southampton – Aston Villa 0-1
West Ham – Everton 2-0
Crystal Palace - Newcastle 0-0
Sunnudagin:
Leeds United – Brentford 0-0
Manchester City – Wolverhampton 3-0
Arsenal – Manchester United 3-2
Mánadagin:
Fulham - Tottenham
1 | Arsenal | 19 | 16 | 2 | 1 | 45:16 | 50 |
2 | Manchester City | 20 | 14 | 3 | 3 | 53:20 | 45 |
3 | Newcastle | 20 | 10 | 9 | 1 | 33:11 | 39 |
4 | Manchester Utd | 20 | 12 | 3 | 5 | 32:25 | 39 |
5 | Tottenham | 20 | 10 | 3 | 7 | 39:31 | 33 |
6 | Brighton | 19 | 9 | 4 | 6 | 37:27 | 31 |
7 | Fulham | 20 | 9 | 4 | 7 | 32:29 | 31 |
8 | Brentford | 20 | 7 | 9 | 4 | 32:28 | 30 |
9 | Liverpool | 19 | 8 | 5 | 6 | 34:25 | 29 |
10 | Chelsea | 20 | 8 | 5 | 7 | 22:21 | 29 |
11 | Aston Villa | 20 | 8 | 4 | 8 | 23:27 | 28 |
12 | Crystal Palace | 20 | 6 | 6 | 8 | 18:27 | 24 |
13 | Nottingham F. | 20 | 5 | 6 | 9 | 16:35 | 21 |
14 | Leicester | 20 | 5 | 3 | 12 | 28:35 | 18 |
15 | Leeds | 19 | 4 | 6 | 9 | 26:33 | 18 |
16 | West Ham | 20 | 5 | 3 | 12 | 17:25 | 18 |
17 | Wolves | 20 | 4 | 5 | 11 | 12:30 | 17 |
18 | Bournemouth | 20 | 4 | 5 | 11 | 19:42 | 17 |
19 | Everton | 20 | 3 | 6 | 11 | 15:28 | 15 |
20 | Southampton | 20 | 4 | 3 | 13 | 17:35 | 15 |