info
Ongi úrslit

Borgarafundur í Skúvoy um verndarøki

Fríggjadagin 25. oktobur verður borgarafundur um møguligt verndarøki í Skúvoy

Nanný Toftegaard
6. oktober 2024 kl. 09:00

Fundurin verður kl. 16.00 í skúlanum og er almennur.

Umhvørvisstovan skrivar, at tað eru Skúvoyar kommuna og hagastýrini í Skúvoy, sum hava heitt á Umhvørvisstovuna um at verja oynna við heimild í Náttúruverndarlógini.

Á fundinum verður kunnað um tilgongdina, tá arbeitt verður við at gera eina verndarkunngerð, og hvussu fólk og aðrir áhugapartar kunnu veita upplýsingar, sum eru viðkomandi fyri skipan av verndini.

Skráin er hendan:

kl.

16.00  Vælkomin

16.05  Hví reisa verndarmál?

Umboð fyri stigtakarar

16.15  Verndarøki í Skúvoy

Theresa Jákupsdóttir, náttúrumálsviðgeri, Umhvørvisstovan

16.50  Orðið er frítt

18.00  Liðugt

Drekka verður at fáa.

Sildberin fer av Sandi kl. 15.00, og úr Skúvoy kl. 18.45.

Skúvoyggin hevur serliga náttúru og er frammanundan eitt Ramsar-verndarøki við altjóða týdningi fyri fugl.

Í viðgerðini av eini møguligari náttúruvernd av Skúvoy, verður dentur lagdur á at hava eina tilgongd, har øll sjónarmið verða tikin við í viðgerðini av verndarøkinum. Tí verður skipað fyri almennum fundi.

Áðrenn endalig verndarkunngerð verður orðað, ger Umhvørvisstovan eina verndarætlan við týdningarmestu avleiðingunum, sum økisverndin kann væntast at fáa. Í hesum sambandi vil Umhvørvisstovan fegin hoyra frá øllum, sum hava eina vitan, sum kann hava týdning fyri verndina av Skúvoynni.

Borgarar, stovnar, feløg, virkir og aðrir áhugapartar kunnu senda uppskot og viðmerkingar til Umhvørvisstovuna innan týsdagin 3. desembur 2024. Vinarliga skriva til [email protected] ella til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-165 Argir, Vernd, og viðmerk j.nr. 24/05287.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Sama ríkið. Ójavnt ræði

3 tímar síðan
Tíðindi

Í »bíðibygdini« bíða tey enn eftir at sleppa heim

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj í ST: - Vit velja ikki at doyggja

6 tímar síðan
Tíðindi

AI-stjórar ávara ST um váðan við vitlíki

6 tímar síðan
Tíðindi

Hava aftur leitað í dag - uttan úrslit

7 tímar síðan
Hondbóltur

Sasja er í gongd aftur í bestu sveisisku hondbóltsdeildini

7 tímar síðan
Tíðindi

Grønlandski lands­stýr­is­for­mað­ur­in: Av­tal­an stað­fest­ir sjálvs­av­gerð­ar­rættin

7 tímar síðan
Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir í HØJ máttu lúta fyri Aalborg

8 tímar síðan
Tíðindi

Pensjón, fost­ur­tøka og kopp­set­ing­ar á skránni í Løg­tinginum

8 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann grannauppgerðina - VÍF vann norðuri í Klaksvík

8 tímar síðan
Tíðindi

Harvey Weinstein fær 15 ára fongsulsrevsing fyri kynsligan ágang

9 tímar síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona legði fyri í svensku kappingini við tapi

9 tímar síðan