Dánjal skoraði fýra mál í sera málríkum javnleiki

Í ÍBV iðra teir seg um mista stigið móti botnproppinum, HK

HK ferðaðist í dag úr Kópavogi út til Heimeyar at spæla dyst móti Dánjali Ragnarssyni og hinum í ÍBV. 

 

Undan dystinum hevði HK tapt allar níggju dystirnar í hesum kappingarárinum. Í dag kundi HK ferðast heim við einum stigi aftaná ein ótrúliga málríkan javnleik 39-39 móti eyjamonnum.

 

Dánjal Ragnarsson skoraði aftur í dag fýra mál fyri ÍBV, júst tað máltalið hevur Dánjal hildið seinastu dystirnar. 

 

ÍBV var á odda 20-15 í steðginum, men tað eydnaðist ikki eyjamonnum at binda fyri í seinna hálvleiki, og tað iðra teir í ÍBV seg um. 

 

ÍBV er á triðja plássi við 15 stigum, eitt stig færri enn Haukar og tvey stig færri enn oddaliðið, FH.

 

Komandi fríggjakvøld spælir ÍBV heimadyst móti Víkingi.