Dánjal vann føroyingauppgerðina - Pætur skoraði níggju mál

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV eru nú einsamalt oddalið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Pætur Mikkjalsson gjørdist toppskjútti hjá KA við níggju málum, tá KA tapti 31-35 fyri Dánjali Ragnarsson og hinum í ÍBV

Pætur Mikkjalsson gjørdist toppskjútti hjá KA við níggju málum, tá KA tapti 31-35 fyri Dánjali Ragnarsson og hinum í ÍBV

Hondbóltsútisetarnir á manssíðuni hava skotið fitt av málum í dag í Danmark, Noregi og Íslandi.

 

Í dag var føroyingauppgerð og oddauppgerð úti í Heimaey millum liðið hjá Dánjal Ragnarssyni, ÍBV og liðið hjá Nicholas Satchwell, Allani Norðfoss og Pæturi Mikkjalsson, KA.

 

Tað gjørdust Dánjal og eyjamenn sum vunnu uppgerðina 35-31. ÍBV legði góðan botn í fyrra hálvleiki. Í steðginum var ÍBV á odda 17-12.

 

Dánjal Ragnarsson skoraði eitt mál fyri ÍBV í dag.

 

Pætur Mikkjalsson hevði eitt framúr gott avrik hjá KA, og hann gjørdist toppskjútti við níggju málum. Allan Norðberg skoraði eitt mál fyri KA.

 

Nicholas Satchwell hevði fimm bjargingar fyri KA í dag.

 

Í annaðkvøld klokkan 19 spælir liðið hjá Vilhelm Poulsen og Rógva Dal-Christiansen, Fram móti Grótta á útivølli. 

 

Komandi sunnudag spælir KA móti Stjørnuni á útivølli. Sama kvøld spælir ÍBV útidyst móti Vali. 

 

##med2##

 

Nummar FelagDystirVunnirJavnirTaptirStig
1 ÍBV33006
2 Haukar32105
3 Valur22004
4 KA32014
5 FH42024
6 Fram21012
7 Stjarnan11002
8 Selfoss31022
9 Afturelding20111
10 Grótta20020
11 HK20020
12 Víkingur30030

 

 

 

 

 

 

 

Pætur Mikkjalsson gjørdist toppskjútti hjá KA við níggju málum, tá KA tapti 31-35 fyri Dánjali Ragnarsson og hinum í ÍBV

Pætur Mikkjalsson gjørdist toppskjútti hjá KA við níggju málum, tá KA tapti 31-35 fyri Dánjali Ragnarsson og hinum í ÍBV

Dánjal Ragnarsson skoraði eitt mál fyri ÍBV, og hann og liðfelagarnir eru nú fremst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Dánjal Ragnarsson skoraði eitt mál fyri ÍBV, og hann og liðfelagarnir eru nú fremst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini