Føroyar settu fínt punktum í Albania

Fyri aðru ferð í ár eyndaðist tað at vinna stig, og í kvøld var tað ímóti Albania, sum hevur vunnið EM undankappingarbólkin og er á veg í endaspælið í Týsklandi

24. mars var fyrsti dysturin í hesi EM undankappingini. Føroyar vóru í Moldova, og úrslitið var 1-1. Tað varð roknað at vera hampuliga gott úrslit, og tað gav vónir um, at hetta fór at verða góð EM undankapping.

 

Soleiðis varð tað ikki. Føroyar hava tapt allar dystirnar, og leikliga hevur talan aftur og aftur verið um vónbrot.

 

Inntil í kvøld. Nú varð punktum sett, og tað var í Albania, sum 20. juni vann 3-1 á Tórsvølli.

 

Í kvøld var úrslitið 0-0. Hugburðurin hjá føroysku spælarunum var framúr góður. Teir góvu seg fult og heilt í nærdystunum, teir runnu nógv, verjuparturin var væl skipaður, og tað var væl meiri tyngd og broddur í álopspartinum, enn tað hevur verið fyrr í ár.

 

Dómarin legði fimm minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og síðstu minuttirnar gekk tað mesta fyri seg í heimabrotsteiginum, har tað spurdust fleiri hornaspørk burturúr, sum vóru um reppið at bera føroyskt sigursmál við sær.

 

0-0 á útivølli ímóti Albania er ikki so galið. Tað er fínt úrslit eftir fínt avrik, og tað eigur at bera við sær, at tað er hugaligari at fara undir fyrireikingar til Nations League kappingina, sum bíðar í 2024. Hetta var fyrsta ferðin í hesi EM undankappingini, at tað ikki eydnaðist Albania á heimavølli at vinna fulla úrtøku.

 

Liðið var í 4-5-1 uppstilling, og føroyingarnir bjóðaðu av fremri á vøllinum, enn teir hava gjørt. Jóannes K. Danielsen hevur verið nógv á beinkinum. Síðstu ferðirnar hevur hann verið vongverji í høgru, og hann stóð seg væl. Andrias Edmundsson var brandur í miðverjini, sum eisini tordi at bjóða til í uppspælinum, saman við álitismanninum Odmari Færø, sum man vera besta boðið at verða bæði ársins spælari og ársins landsliðsspælari, og Viljormur Davidsen var álitisfullur vongverji í vinstru. Jákup B. Andreasen og René Shaki Joensen, sum eiga nógvar royndir við KÍ í Europa, vóru sentralir miðvallarar, Gunnar Vatnhamar var verjukendur miðvallari, og í borðunum vóru Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson Olsen, sum í Norra hava víst, at teir eru heilt væl fyri. Brandur var í tí eyðkenda spælilagnum, sum hann var í, áðrenn hann varð so illa skaddur.

 

Jóan Símun Edmundsson, sum nú hevur rokkið 85 landsdystum og er 10 dystir frá metmanninum Fróða Benjaminsen, arbeiddi sum ein hestur í fremstu ódnini.

 

Í KÍ snitti í Europa var tað nógv meiri friður yvir fótbóltsspælinum, enn tað áður hevur verið, og serliga í 2. hálvleiki var føroyski liðið heilt nógv á bóltinum. Inntil Brandur H. Olsen noyddist skaddur av vøllinum. Hesa løtuna var tað um reppið, at Jóannes Bjartalíð skoraði, tá ið hann av brotsteigarmarkinum og mitt fyri smekkaði til, men bólturin streyk framvið stólpanum.

 

Albania hevði onkrar málmøguleikar í 1. hálvleiki, men Mattias H. Lamhauge, sum eftir stóran hálvan tíma noyddist skaddur av vøllinum, og avloysarin Bárður á Reynatrøð vóru tryggir millum stólparnar.

 

 

 

Føroyar – Albania 0-0

 

Føroyar: Mattias H. Lamhauge (Bárður á Reynatrøð, 34.) – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup B. Andreasen, Brandur Hendriksson Olsen (Sølvi Vatnhamar, 63.) – Jóan Símun Edmundsson (Pætur J. Petersen, 86.)

 

Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Mads Bo Mikkelsen, Hanus Sørensen, Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen, Hørður H. Askham, Adrian Justinussen, Ári Mohr Jónsson, Andrass Johansen