Føroyar settu Serbia upp á pláss

U-21 landsliðið: Serbisku gestirnir vóru av álvara skelkaðir, áðrenn tað eitt lítið korter undan leikloki eydnaðist teimum at javna

Sámal Erik Hentze og føroyska U-21 landsliðið hava enn einaferð av álvara gjørt um seg í EM undankapping.

 

Í fína summarveðrinum í dag høvdu Føroyar í Klaksvík vijtan av Serbia, og har endaði tað 1-1. Í heyst endaði dysturin í Serbia málleysur, og eftir fyrra hálvleik í dag var tað eisini málleyst.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin løgdu Føroyar seg á odda. Eftir horna úr høgru var tað Jørgen Nielsen, sum við nærra stólpa potaði bóltin inn um málstrikuna.

 

Føroyska liðið var alla tíðina sera væl skipað í verjustøðu, og í fyrra hálvleiki var tað mest sum ómøguligt hjá serbunum at spæla seg til upplagdar møguleikar, og tá teir onkra einstaka ferðina vóru í góðum støðum, so blokeraði føroyska verjan, ella so vardi Bárður á Reynatrøð í føroyska málinum.

 

Serbarnir løgdu øgiliga bragdliga fyri eftir steðgin, men tá ið Føroyar høvdu lagt seg á odda, fingu heimamenninir fatur í meiri fótbóltsspæli. Sjálvsálitið vaks, og ofta megnaðu føroyingarnir at varðveita bóltin í samanspæli, meðan illa strongdu serbarnir runnu aftaná.

 

Føroyar vóru í onkrari støðu, sum kundi borið økta leiðslu við sær, men tað var ikki heilt við síðuna av, tá ið Serbia eftir fínt álop í vinstru eitt lítið korter undan leikloki javnaði. So spentu gestirnir álopsbogan í roynd at vinna øll stigini, men tað eydnaðist ikki.

 

Hetta var punktum fyri hesi EM undankappingini og fyri leiklutin á U-21 landsliðnum hjá fleiri spælarum, sum nú verða ov gamlir av spæla á U-21 liðnum. Talan var um sera verdugt punktum. Liðformaðurin Magnus Holm Jacobsen og Noah Mneney gingu undan á sentrala miðvøllinum, Gullbrandur Øregaard og Elias Rusborg vóru brandar í miðverjuni, Símun Sólheim og Pætur Turiðarson Skipanes á vongverjunum vardu væl og tordu at bjóða seg fram í álopsspartinum, Ragnar Skála og Lukas G. Giessing vóru raskir framrættaðir í borðunum, í fremstu ódnunum vóru Áki D. Samuelsen og málskjúttin Jørgen Nielsen óførir, og teir, sum fram ímóti dystarenda vórðu skiftir inn, løgdu nógv fyri.

 

 

 

Føroyar – Serbia 1-1 (0-0)

 

1-0: Jørgen Nielsen 55.

 

1-1: Stefan Mitrovic 77.

 

EM undankappingardystur

 

Í Klaksvík týsdagin 7. juni 2022 kl. 16.15

 

Dómarakvartett úr Kekkia: Tomas Klima, Kamil Hajek, Tomáš Mokrusch og Ladislav Szikszay

 

Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Símun Sólheim, Elias Rusborg, Gullbrandur Øregaard, Pætur Turiðarson Skipanes – Ragnar Skála (Heini Sørensen, 78.), Magnus Holm Jacobsen, Noah Mneney, Lukas G. Giessing (Poul Kallsberg, 84.)– Jørgen Nielsen (Bartal S. Petersen, 88.), Áki D. Samuelsen (Olaf Bárðarson, 78.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bjarti Vitalis Mørk, Mikkjal Hellisá, Bárður Ólavsson Jensen, Meinhard Geyti, Jóhann Hansson Joensen

 

Gult kort: Magnus Holm Jacobsen, Olaf Bárðarson

 

Venjari: Sámal Erik Hentze

 

Hjálparvenjari: Atli Gregersen