info
Ongi úrslit

Fólkaflokkurin tekur seg úr minnilutasamstarvinum í Tórshavnar Býráð

Birgir Nielsen hevur tikið seg úr minnilutasamstarvinum við Tjóðveldi og Framsókn í Tórshavnar Býráð

Eirikur Lindenskov
23. mars 2023 kl. 17:17

– Hervið skal verða boða frá, at Fólkaflokkurin og undirritaði býráðslimur tekur seg úr minnilutasamstarvinum við Tjóðveldi og Framsókn í Tórshavnar Býráð. Hereftir verður Fólkaflokkurin og undirritaði ein sjálvstøðugur partur í býráðnum og komi at taka støðu frá máli til mál.

Tað skrivar Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Havn.

Hann sigur orsøkina til hesa broyting vera, at hann sum býráðslimur higartil hevur stuðlað flest øllum málum hjá sitandi meiriluta, sum somuleiðis í stóran mun hava verið somu mál sum hann og Fólkaflokkurin fóru tkl val uppá og harvið ynsktu at stuðla.

– Hinvegin má eg ásanna, at eg í nógvum málum ikki havi tikið undir við uppskotum frá pørtum av minnilutanum, av tí at eg ikki síggi Fólkaflokkin og borgarligan politikk aftur í nógvum av hesum málum hjá pørtum av minnilutanum.

– Fólkaflokkurin fekk tveir býráðslimir valdar til síðsta býrádsval. Men av tí at hin valdi býráðslimurin fyri Fólkaflokkin (Annika Olsen, red.) valdi at fara upp í Tjóðveldi í býráðnum og ikki vildi siga býráðssessin frá sær til næst valda á fólkaflokslistanum, so hevur Fólkaflokkurin í løtuni bert ein virkandi býráðslim.

– Broytingin kemur í gildið beinanvegin, skrivar Birgir Nielsen.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

23 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Myndir: Byggja torn úr menniskjum

2 minuttir síðan
Hondbóltur

Bergsøy vann fyrsta dystin í bestu norsku hondbóltsdeildini

22 minuttir síðan
Tíðindi

Tannlæknastova í hálva øld

30 minuttir síðan
Tíðindi

Christa Pike liggur framvegis í respiratori

41 minuttir síðan
Tíðindi

Ísrael fer at spæla við svørt­um syrgi­bond­um móti Írlandi

45 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: H71, VÍF og Team Klaksvík vunnu

1 tími síðan
Tíðindi

Smyril framskundar og avlýsir

1 tími síðan
Tíðindi

Farið verður undir berarakanningar í 2027

1 tími síðan
Hondbóltur

Myndir: H71 vann móti Neistanum 34 - 32 (16-17)

1 tími síðan
Tíðindi

Góður dagstovnur hevur lagt 15 ár aftur um seg

2 tímar síðan
Tíðindi

Pápi og sonur skotnir til deyðis í Noregi

2 tímar síðan
Fótbóltur

Sara Benjaminsen skoraði tvey mál og var dagsins leikari

2 tímar síðan