info
Ongi úrslit

Fyrsti kvinnuligi hjálparvenjarin í týsku bundesliguni

Marie-Louise Eta verður fyrsta kvinnan, ið tekur við starvinum sum hjálparvenjari í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum í Týsklandi

Heri Simonsen
17. november 2023 kl. 09:35

32 ára gamla Marie-Louise Eta hevur skrivað fótbóltssøgu í Týsklandi.

Hon hevur tikið við starvinum sum hjálparvenjari hjá bundesliga-liðnum, Union Berlin, og er harvið fyrsta kvinnan sum gerst hjálparvenjari í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum í Týsklandi. 

Marie-Louise Eta spældu sjálv í bestu kvinnudeildini í Týsklandi og vann týska meistaraheitið við Turbine Potsdam í 2010. 

Marie-Louise Eta fær sín fyrsta dyst sum hjálparvenjari í bundesliguni leygardagin 25. november, tá Union Berlin spælir móti Augsburg.

Union Berlin hevur tapt níggju dystir á rað og liggur aftast í bundesliguni við bert seks stigum.

Farna kappingarár stóð Union Berlin seg sera væl og megnaði at vinna seg í Champions League bólkaspælið.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

Í gjár kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

17 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tað verður illveður um vikuskiftið

11 minuttir síðan
Tíðindi

Semja við Kina um at virka fyri betri markn­að­ar­atgongd

47 minuttir síðan
Tíðindi

Vágs kommuna ger stuttfilmar: Lívið í Vági

1 tími síðan
Tíðindi

Bilur fór av vegnum við Sandvíkarhjalla

1 tími síðan
Tíðindi

Stórur eldur á Gomlurætt í nátt

1 tími síðan
Fótbóltur

U15-landsliðið vann ein og tapti tveir dystir

3 tímar síðan
Tíðindi

Vitaly Klitsjko: - Spreingingar eru í Kyiv

8 tímar síðan
Tíðindi

Champions League: Tað endaði javnt millum Bayern München og Arsenal

9 tímar síðan
Hondbóltur

Stjarnan tapti á Akureyri

11 tímar síðan
Lesarabrøv

Sirið Stenberg er stúrin

11 tímar síðan
Tíðindi

Fiskimenn skulu fáa stuð­ul fyrr tá skip­ið er til um­væl­ingar

11 tímar síðan
Hondbóltur

Magnus Árason var sera effektivur fyri Mors-Thy í kvøld

12 tímar síðan