info
Ongi úrslit

Greiðar reglur fyri vitlíki í skúlanum

Dagfinn Olsen
22. januar 2026 kl. 19:56

Vitlíki eigur at verða arbeitt inn í vanliga skúladagin sum eitt amboð, sum bæði lærarar og næmingar kenna og duga at handfara. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

Føroya Lærarafelag meldar seg eins og hini lærarafeløgini í Norðurlondum inn á leikvøllin, tá ið talan er um vitlíki í skúlanum. Á stýrisfundi í vetur í NLS, Nordiska Lärarorganisationers Samråd, varð vitlíki umrøtt, umframt tey fyrilit, ið eiga vera í huga hjá teimum, sum starvast í skúlum, tá ið talan er um vitlíki, skrivar Skúlablaðið. 

- Vitlíki kann brúkast sum hent amboð hjá lærarum og næmingum eins og onnur amboð; tað eru stórir menningarmøguleikar við vitlíki sum amboði, men tað hevur nógv at siga at gera greitt, hvussu vitlíki kann tæna okkum og ikki einans gera reglur, soleiðis at tað ikki verður misnýtt. Tað er umráðandi, at lærarar verða útbúnir og læra vitlíki at kenna. Spurningurin er eisini, hvussu vitlíki skal síggjast aftur í námsætlanum og próvtøkum. Vit noyðastat seta ferð á hetta arbeiðið, tí vitlíki floymir inn yvir okkum allastaðni frá; tá vit opna eina tekstviðgerð, rokniark og teldupost, so er vitlíkis-knøtturin fremst fyri. Vitlíki eigur at verða arbeitt inn í vanliga skúladagin sum eitt amboð, sum bæði lærarar og næmingar duga at handfara og gagnnýta.

Vitlíki er málsøki undir Fíggjarmálaráðnum. Fyrireikandi arbeiði er til eina heildarætlan um vitlíki í Føroyum; í sambandi við hetta arbeiðið hevur Føroya Lærarafelag lagt síni sjónarmið fram; umboð fyri undirfelagið fyri kt-vørðir vóru eisini við, tá sjónarmiðini vórðu løgd fram.

Altjóða dagur fyri útbúgving er 24. januar á hvørjum ári. Sameindu Tjóðir, sum hava sett dagin at vera, fer í ár at varpa ljós á vitlíki á altjóða degnum, skrivar www.skulabladid.fo.

Mest lisið hesa vikuna

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Simme Musikkhús heldur fram

12 tímar síðan

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

TMS Ringsted vann og Mors-Thy tapti

8 minuttir síðan
Fótbóltur

Tór-Ingar ætlar sær ikki at flyta niður

24 minuttir síðan
Tíðindi

12 deyð og fleiri enn 300 særd í Saudi Arabia

25 minuttir síðan
Hondbóltur

St. Gallen var aftur fyri tapi

48 minuttir síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: B36 vann á FC Suðuroy

1 tími síðan
Fótbóltur

Øll vilja hava Ronaldo aftur á landsliðið

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump: - Uppá tíðina at Ukraina fær nýggjan forseta

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Vinnumessan við Tjarnir

2 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

75 prosent siga nei – nú verð­ur mót­mælt móti laksa­al­ing á Seyðis­firði

2 tímar síðan
Ítróttur

Tóri og Jenny fyrstu føroyameistararnir í rørslumegi

3 tímar síðan
Tíðindi

Saltfiskur av Bankanum

4 tímar síðan