HB er flúgvandi

Eftir málleysan fyrra hálvleik skoraði HB beinanvegin eftir steðgin, og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða

HB hevur við 3-0 sigri undir Mýruhjalla á Skála í kvøld lagt seg undir liðina á Víkingi, sum higartil hevur verið einsamalt og greitt topplið.

 

Undan steðginum varð einki mál skorað. Men í fyrsta minutti eftir steðgin eydnaðist tað HB at fáa hol á, og síðani var spurningurin bara, hvussu stórur HB sigurin fór at verða. HB hevði fleiri heilt stórar málmøguleikar, og bæði Mikkel Dahl og Áki D. Samuelsen vóru í støðum, sum áttu heilt víst at borið mál við sær.

 

Fyrsta HB málið skoraði sera eyðsýndi sentrali miðvallarin Ejvind R. Mouritsen. Tað var úr heilt stuttari fjarstøðu, eftir at Karstin Hansen í heimamálinum hevði hálvbjargað. Í hesari støðuni var heimaverjan ikki væl skipað. Heimaverjan hevði annars avrikað sera væl í fyrra hálvleiki, tá ið tað gekk fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum, tí støðan var málleysur javnleikur.

 

HB hevði fult tak á spælinum eftir steðgin. Spælararnir vístu fínan bóltførleika og gott hugflog, og teir vístu seg at vera sera væl fyri.

 

Teir báðir, Mikkel og Áki, sum høvdu misnýtt heilt stórar málmøguleikar, øktu um HB leiðsluna til 2-0 og 3-0.

 

Tíggju minuttir restaðu, tá ið Mikkel Dahl úr stuttari fjarstøðu sendi bóltin flatt ímóti málinum. Jákup Jakobsen royndi at verja fyri, men bólturin fór millum beinini  á honum og í málið.

 

Og seks minuttir undan leikloki var tað Áki D. Samuelsen, sum eftir innlegg úr høgru sendi bóltin dygst úti við stólpan.

 

HB hevur nú 24 stig fyri níggju dystir, og leikliga avrikið í kvøld var so sannførandi, at tað er øll orsøk at rokna HB at vera stóran avbjóðara til at vinna FM.