Í dag er longsti dagur og tá plaga fólk at hittast í Sandagerði. Og aftur í kvøld verður tiltakið, tey kalla summarsólstøður, í Sandagerði. Tað verður klokkan 21 í kvøld og har fer Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, at halda røðu. Eisini verður felagssangur, og skótar skipa fyri báli og bjóða kaffi, kaku og saft.
Hann sigur frá góðum veðrið í kvøld, og tá plagar fitt av fólki at savnast til hetta hásummartiltak í Sandagerði, sigur Tórshavnar Býráð