66 ára gamla føroyska Mariann Stenberg, sum er sálarlækni, skuldu júst heinta morgunmatin saman við einum starvsfelaga á Retspsykiatrisk Ambulatorium á Brøndbyøstervej, tá ein 41 ára gamal maður fór inn í matstovuna á deildini.
Hann fór beint yvir til Mariann Stenberg og tyktist vilja tosa við hana. Tað sigur ein rørd kvinna, sum var til staðar tann 21. juli, tá tann 66 ára gamli sálarlæknin varð dripin.
– Tað sær út itl, at hann tekur hondina niður í lumman, tí nógvir pakkar við tablettum detta úr lummanum, sigur vitni í Rættinum í Glostrup.
Vitnið minnist tað, sum um maðurin skjótt tók ein knvín, sum hann stakk Mariann Stenberg niður við.
Hon lýsir tað, sum um, at tann ákærdi høgdi við knívinum.
Tann 41 ára gamli maðurin noktar seg sekan í ákærunum ímóti sær, sum millum annað snúgva seg um drápið á læknan.
Hann er eisini skuldsettur fyri drápsroynd ímóti vitninum. Tað miseydnaðist, tí hon slapp undan honum og var tí rakt av knívinum í armin.
Tær áðar kvinnurnar vóru ikki tær einastu, sum vórðu raktar av knívinum. Ein maður var eisini álvarsliga særdur. Hann hevði sambært ákæruritinum ikki komið frá hendingini við lívinum, um hann ikki fekk bráðfeingishjálp læknahjálp á staðnum.
Hann lýsir í rættinum tann ákærda sum »eina tikkandi bumbu«.
Peter Raski, serákæri, spyr, um ákærdi tyktist altráur at vilja drepa sálarlæknan.
– Ja tað ætlaði hann 100 prosent sikkurt, svarar vitnið.
Umframt drápið og tvær drápsroyndir snýr málið ímóti tí 41 ára gamla manninum seg um tey onnur álop, eina neyðtøkuroynd og fleiri dømi um hóttanir.
Advokaturin hjá tí 41 ára gamla, Louise Høj, vísir til, at ákærdi var óútrokniligur í gerningsløtuni.
Málið heldur fram í rættinum hósdagin, tá dómur vantandi verður sagdur.
/ritzau/
Í dag er rættarfundur um morðið á Mariann Stenberg Í dag er rættarfundur um morðið á Mariann Stenberg
Føroyaski sálarlæknin Mariann Stenberg skuldi júst heinta morgunmatin saman við einum starvsfelaga, tá ein 41 ára gamal maður leyp á hana, sigur vitni
Eirikur Lindenskov
3. apríl 2024 kl. 11:35
Mest lisið hesa vikuna
Nuuk: Bæði funnin deyð
27. september kl. 23:01
Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld
Í gjár kl. 23:37
Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull
6 tímar síðan
Bogi Jacobsen fór frá eftir ár við nærum tvífaldaðum avlopi
25. september kl. 21:45
Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?
29. september kl. 14:18
Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin
26. september kl. 10:36
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Smáligt hjá partrolarum og djúpvatnstrolarum
36 minuttir síðan
Tíðindi
A-landsliðið hjá monnum vitjaði løgmann
40 minuttir síðan
Tíðindi
Haldið fingrarnar burtur frá kommunukassanum hjá Tórshavnar Kommunu
45 minuttir síðan
Tíðindi
Ein bláur trípartur fyri føroyska fiskivinnu?
1 tími síðan
Tíðindi
Vitja vísindavøkuna ár eftir ár
2 tímar síðan
Tíðindi
Nú eru flestu línuskip í føroyskum sjógvi
2 tímar síðan
Tíðindi
Semja um felags royndarverkætlan fyri venjing í Suðuroy
2 tímar síðan
Tíðindi
Eysturkommuna á Seatrade í Las Palmas
3 tímar síðan
Fótbóltur
Gunnar er nýggjur liðformaður
3 tímar síðan
Tíðindi
Andersson fær aftur møguleikan at skipa stjórn
3 tímar síðan
Tíðindi
Fyrsta FM í rørslumegi byrjar í dag
3 tímar síðan
Tíðindi
Leita eftir olju og havbotnsmineralum á føroyska landgrunninum
3 tímar síðan