info
Ongi úrslit

Rudda í Hvalba í dag og í Sandvík í morgin

Ætlanin var, at ruddingardagurin í Hvalbiar kommunu skuldi verða í morgin, men hetta er nú broytt, soleiðis at dagurin í Hvalba verður í dag.

Vilmund Jacobsen
15. september 2023 kl. 10:27

Orsøkin til, at ruddingardagurin í Hvalba, sum annars skuldi verða í morgin, er fluttur til í dag, er, at fleiri lið hjá Royn verða norðanfyri í morgin.

Tí verður dagurin í Hvalba í dag ístaðin. Hinvegin verður ruddað í Sandvík í morgin, sum áður fráboðað.

- Í dag klokkan 15 verður byrjað í Hvalba, og í Royn-høllini fáast handskar og posar, siga tey í Hvalbiar kommunu.

Økini, sum verða ruddað í dag, eru fram við Kolavegnum, sandurin í Hvalba, sandurin í Nesi, fram við Mýravegnum og á Mýrunum.

Tá ruddingardagurin í Hvalba er lokin, bjóðar kommunan øllum, sum taka lut, í Royn-høllina til suppu seinnapartin klokkan 18.

Men, tað er bara í Hvalba, at ruddað verður í dag. Ruddingardagurin í Sandvík verður, sum ætlað í morgin.

Í Hvalbiar kommunu siga tey, at byrjað verður í Sandvíkvið morgunmati í Ranhøll klokkan 09.30 í morgin.

- Ruddingardagurin í Hvalbiar kommunu er í samband við tiltakið, Rudda Føroyar, verður lagt aftrat.

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

Í gjár kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seinasti valdagur í Russlandi

40 minuttir síðan
Tíðindi

Eingin ætl­an um at frí­taka sjón­leik og kon­sert­ir fyri MVG

1 tími síðan
Tíðindi

Noregi: Nú verður ikki leitað eftir fólki á lívi

1 tími síðan
Ítróttur

Semifinala, brace og unglingakapping

2 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: Russar skulu velja 450 limir í tjóðartingið

2 tímar síðan
Tíðindi

Tá tónleikurin broytti Føroyar

3 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanskar herstøðir kunnu gerast nýggj búskaparlig súla í Grønlandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Skal loysingin vinna, má fólkið við

4 tímar síðan
Tíðindi

Fekk bót fyri at vísa longutong móti løgregluni

4 tímar síðan
Tíðindi

Føroysku røturnar fylgdu Mortani til Zimbabwe

5 tímar síðan
Tíðindi

Børn við gikt og familjur teirra hittast í Miðvági

6 tímar síðan
Tíðindi

Baðilandið í Páls Høll stongt – hol kom á tanga í tøknirúminum

6 tímar síðan