Jørgen Nielsen til svenskan fótbólt

Östers IF skrivar, at felagið hevur gjørt sáttmála við 18 ára gamla áleyparan hjá NSÍ, Jørgen Nielsen. Sáttmálin er galdandi fram til 2025. Östers IF spælir í næstbestu deildini í Svøríki

Östers IF skrivar, at felagið hevur gjørt sáttmála við 18 ára gamla áleyparan hjá NSÍ, Jørgen Nielsen. Östers IF spælir í næstbestu deildini í Svøríki. Sáttmálin er galdandi fram til 2025. NSÍ leggur afturat, at í fyrstu atløgu er talan um leigu og síðani verður skifti gjørt endaligt.

 

- Jørgen Nielsen fer til Svøríki at spæla fótbólt. Jørgen er útleigaður til Östers í næst bestu svensku deildini, og um alt gongur væl hjá Jørgen, so verður endaligur sáttmálið gjørdur í summar. Jørgen hevur droymt um at royna seg uttanlands, og nú ynskti hann at taka av møguleikanum. Fyri NSÍ missa vit ein framtíðarspælara, men hinvegin er tað eisini ein stoltleiki fyri felagið at leikarar sleppa út í verðina at spæla, skrivar NSÍ.

 

- Eg veit at Östers IF var nær við uppflyting í fjør, og tað er eitt felag, sum hoyri heima í Allsvenskan. Eg gleði meg at koma í gongd og koma at kenna spælararnar. Eg vóni, at eg kann geva liðnum mál, sigur Jørgen Nielsen við heimasíðuna.

 

- Tað er kul, at hann velur at koma til okkum. Hann er ein ungur áleypari, sum longur hevur spælt á U21-landsliðnum og á besta liðnum, sjálvt um hann júst er blivin 18 ár, sigur ítróttarstjórin, Vito Stavljanin.

 

Bolt.fo skrivar, at Jørgen Nielsen hevur verið til royndarvenjing í felagnum. Heimasíðan hjá Östers IF skrivar, at Jørgen Nielsen skiftir umgangandi og verður tí ikki við komandi dystirnar hjá NSÍ.