info
Ongi úrslit

Jørgen skemtar við at hava koyrt fullur

Tað ger einki, um Jørgen Niclasen hevur mist koyrikortið fyri rúsdrekkakoyring, um hann verður valdur á Fólkating, tí hann kann ganga niðan á flogvøllin – syngur hann í valstríðnum til fólkatingsvalið

Eirikur Lindenskov
19. oktober 2022 kl. 16:16

– Vit velja Jørgen inn

– honum nýtist ongan bil...

Soleiðis syngja Jørgen Niclasen og vinmenn í einum valsangi, sum Jørgen Niclasen hevur lagt á Facebook.

Tað var tann 10. februar í ár, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og formaður Fólkafloksins varð tikin fyri rúsdrekkakoyring ein hósmorgun suðuri í Vági við eini promillu upp á 1,26.

Sjálvt um seks dagar vóru farnir, tá in.fo spurdi løgmann um tilburðin, so visti løgmaður einki mikudagin 16. februar beint eftir døgurða, tá in.fo tosaði við hann – og tað visti Christian Andreasen, sum tá var formaður Fólkafloksins á tingi, heldur ikki. Men málið fekk sjálvandi ta avleiðing, at Jørgen Niclasen varð frákoyrdur sum landsstýrismaður.

Síðani kom ein fráboðan frá Jørgen Niclasen á Vágaportalin, har hann bað Føroya fólk um umbering:

– Eg biði alt Føroya fólk um umbering fyri mítt mistak. Eg hevði drukkið um kvøldið, og morgunin eftir fór eg óumhugsað í bilin og koyrdi at keypa morgunbreyð. Varð steðgaður av løgregluni, sum bað meg blása og vísti mær so, at har stóð "positiv".

– Hetta er eitt mistak, eg havi gjørt, og taki eg tí fulla ábyrgd í stundini. Eg havi heitt á løgmann um at loysa meg úr starvi sum landsstýrismaður, segði Jørgen Niclasen á Vágaportalinum seks dagar eftir hendingina.

Lesið eisini: Jørgen Niclasen tikin fyri rúsdrekkakoyring

Nakrar dagar seinni boðaði hann eisini frá, at hann av somu orsøk fór frá sum formaður í Fólkaflokkinum.

Myndin er ikki tøk

Men nú, átta mánaðir seinni, hevur pípan hjá Jørgen Niclasen fingið annað ljóð um rúsdrekkakoyringina í Vági ein hósmorgun í februar, har hann var farin at keypa morgunbreyð við kenning, tí nú skemtar Jørgen Niclasen við, at hann ikki hevur fyri neyðini at koyra niðan á flogvøllin, tá hann verður valdur á fólkating...

 

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

Í gjár kl. 07:44

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Veddingarfyritøkurnar hella til ein heimasigur til AB

4 tímar síðan
Fótbóltur

EM-undankapping: U17-landsliðið misti sigurin í yvirtíðini

5 tímar síðan
Hondbóltur

HØJ vann sjeynda sigurin á rað

5 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 20 mál

6 tímar síðan
Tíðindi

USA góðkennir sølu av Patriot-rakettum til Ukraina

6 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Óli er valdur á liðið fyri 6. umfar

6 tímar síðan
Tíðindi

Beinir ónøgdur við drálið um javnbjóðis luttøku

7 tímar síðan
Tíðindi

Gunnvá Zachariasen: Hvør er mín rødd?

8 tímar síðan
Tíðindi

Grønland um­hugs­ar sína lut­tøku í norð­ur­lendska sam­starvi­num

10 tímar síðan
Tíðindi

Foreldrabólkur fyri foreldur at børnum, sum eru fødd ov tíðliga

11 tímar síðan
Ítróttur

Myndir: Small States of Europe Team Championship í badminton

11 tímar síðan
Tíðindi

Tey rokast í Skúgvi í dag

12 tímar síðan