info
Ongi úrslit

John Frederiksen: Vit skulu tora at vinna

FM1: John Frederiksen er ikki bangin fyri at droyma stórt. Bæði fyri seg sjálvan og landsliðið

Tróndur Arge
1. september 2021 kl. 07:16

Myndin er ikki tøk

Samrøða við John Frederiksen (trýst á pílin omanfyri)

Eitt nýtt navn er í føroyska landsliðshópinum, sum komandi vikuna skal spæla móti Ísrael, Danmark og Moldova. Talan er um 25 ára gamla áleyparan John Frederiksen. Hann hevur leingi havt eitt mál, um at koma á landsliðið og mánadagin í farnu viku komu so boðini, ið hann heuvr bíðað so leingi eftir.

- Tað var ein stórur lætti fyri meg, sum havi havt hetta sum eitt mál leingi. Tað er eisini eitt sindur undarligt, tí tað er fyrst nú at tað gongur upp fyri mær, tá eg kom í klæðini og inn á Tórsvøll, sigur John Frederiksen.

Hann fortelur eisini um sína yrkisleið í Finnlandi og Eysturríki, og hvussu tað er komið í lag. Hann vísur, at tað ræður um at byggja uppá. Tí var skiftið til Eystrríki eitt stig á leiðini. Hann spælir í næstbestu deildini, men kemur hann upp í bestu deildini, so spælir hann í 9. bestu deildini í Evropa.

- Hetta flytingarvindeygað eru 18 spælarar farnir úr næstbestu deildini upp í bestu deildina og spæla fast. Mennist tú í næstbestu deildini og kemur longur upp, so ert tú í 9. bestu deildini í Evropa, vísur áleyparin á.

Hann er heldur ikki bangin fyri at droyma stórt fyri landsliðið.

- Hetta er spennandi. Tá eg hoyri Ísrael, so skulu vit vinna. Eg eri ikki bangin fyri at siga, at vit skulu vinna. Liðið hevur gjørt tað væl í seinastuni og skulu vit byggja upp á, so skulu vit tora at fara á vøllin móti Ísrael og vísa at vit vilja vinna. Eg fari at geva alt, sum eg eigi og so fáa vit at síggja um Håkan Ericson vil brúka meg, sigur John Frederiksen at enda.

Føroyar spæla í kvøld klokkan 19.45 móti Ísrael á Tórsvølli. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. FM1 byrjar við upptakt longu klokkan 15.

##ms##

Mest lisið hesa vikuna

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Simme Musikkhús heldur fram

14 tímar síðan

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Vendsyssel tapti á útivølli

1 tími síðan
Hondbóltur

TMS Ringsted vann og Mors-Thy tapti

1 tími síðan
Fótbóltur

Tór-Ingar ætlar sær ikki at flyta niður

2 tímar síðan
Tíðindi

12 deyð og fleiri enn 300 særd í Saudi Arabia

2 tímar síðan
Hondbóltur

St. Gallen var aftur fyri tapi

2 tímar síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: B36 vann á FC Suðuroy

3 tímar síðan
Fótbóltur

Øll vilja hava Ronaldo aftur á landsliðið

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump: - Uppá tíðina at Ukraina fær nýggjan forseta

3 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Vinnumessan við Tjarnir

4 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

4 tímar síðan
Tíðindi

75 prosent siga nei – nú verð­ur mót­mælt móti laksa­al­ing á Seyðis­firði

4 tímar síðan
Ítróttur

Tóri og Jenny fyrstu føroyameistararnir í rørslumegi

5 tímar síðan