KÍ er risastórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á dystin KÍ-NSÍ

Savnsmynd

2. páskadag klokkan 15 spæla KÍ og NSÍ dyst í Betrideildini hjá monnum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Bæði liðini hava trý stig aftaná tveir dystir, men hjá altjóða veddingarfyritøkum er eingin ivi um hvør er favorittur.

 

KÍ er risastórur favorittur hjá sjey altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til KÍ eru so lág sum 1,06.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til NSÍ eru so høg sum 19,57.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 11,29.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Savnsmynd