info
Ongi úrslit

Korona: Hetta er eitt undur

Men enn er ov tíðliga at slaka í, sigur Pál Weihe, ráðgevari í koronu

Áki Bertholdsen
25. mai 2021 kl. 11:53

Tað er eitt satt undur. Tað sigur Pál Weihe, ráðgevari hjá myndugleikunum í koronu. Í Fyrradagin vórðu 16 nýggir tilburðir staðfestir, men í gjár vóru ikki meiri enn tveir tilburður staðfestir, hóast heili 3.687 kanningar vóru gjørdar.

Sostatt gongur strikumyndin aftur beint niðureftir, men Pál Weihe heldur, at enn er tað alt ov tíðliga at koma til ta niðurstøðu, at vit hava bast smittuni enn einaferð.

Hann heldur, at tað er eitt undur, at talið er so lágt, og hóast tað er ov tíðliga at koma til nakra niðurstøðu, kunnu vit í hvussu so er draga andan lættari, nú talið er nógv minkað. Samstundis vísir hann á, at tað hevur nógv veitsluhald verið um vikuskiftið og endaliga úrslitið av tí fáa vit ikki at vita fyrr enn um nakrar dagar.

Tí eiga vit framvegis at vísa størsta varsemi og at bíða eftir úrslitinum tær næstu dagarnar, leggur hann afturat. Men samstundis fegnast hann um, at tað, við ógvuliga stuttum skotbráði, ber til at útvega manning til at gera heilar 3.687 kanningar, hóast tað er halgidagur, tí tað hevur sín stóra leiklut í at tað stríðið ímóti koronu hevur hepnast so væl.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løgmaður: Vit vilja hava snild­fon­ir­nar úr skúlu­num

10 minuttir síðan
Tíðindi

Hvussu dansar norðlýsið?

24 minuttir síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen er ivingarsom um samrøður við Putin

59 minuttir síðan
Tíðindi

Heilsuhjálparafelagið hóttir við verkfalli

1 tími síðan
Tíðindi

Fara at reinsa UV-anlegg

1 tími síðan
Tíðindi

Sambandsflokkurin heldur heystfund leygardagin

1 tími síðan
Tíðindi

Bankarnir høvdu 286 mió. kr. í yvirskotið fyrra hálvár 2026

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjar reglur um gjald til bøndur seinka vindmyllum – kunnu bíða til 2028

2 tímar síðan
Tíðindi

Norðborg tíggju milliónir dýrari – klár í fyrsta lagi í desember

3 tímar síðan
Tíðindi

Framvegis long bíðitíð á flogvøllinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Stórt forlag bannar vitlíki

5 tímar síðan
Tíðindi

Hava funnið 7000 ára gamlan ankarstein í Noregi

10 tímar síðan