info
Ongi úrslit

Kristin Michelsen borgarstjóri í 20 ár

Hann hevur bankaútbúgving og starvaðist í gamla Sjóvinnubankanum árini 1973-1978, og Kristin Michelsen er eisini útbúgvin timburmaður.

Vilmund Jacobsen
2. februar 2023 kl. 10:49

Í morgin, fríggjadagin hin 3. februar, eru 20 ár liðin, síðan Kristin Michelsen á fyrsta sinni varð valdur til borgarstjóra í Tvøroyrar kommunu. 

Neyvan hevði hann tá givið sær far um, at hann nú 20 ár seinni framvegis skuldi sita í borgarstjórasessinum.

- Hetta er tó veruleikin hjá froðbinginum, sum fór í farloyvi úr borgarliga skrivstovustarvi sínum sum fulltrúi á sýsluskrivstovuni í 2003, tá honum stóð í boði at gerast borgarstjóri.

Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu í dag er ein frásøgn og heilsan til Kristin Michelsen á degnum. 

- Kristin hevur bankaútbúgving og starvaðist í gamla Sjóvinnubankanum árini 1973-1978. Eisini er hann útbúgvin timburmaður, eitt yrki hann røkti árini 1978-1984. Árini 1981-2003 starvaðist hann sum eykaløgreglumaður og fulltrúi á sýslu-skrivstovuni í Suðuroynni.

Kristin Michelsen er føddur hin 30. juni 1956. Hann er sonur Vilborg og Mikkjal Michelsen, ið búðu undir Heygnum á Tvøroyri.

- Her vaks hann upp saman við tveimum eldri beiggjum, Niels Jacobi og Daniel Jacobi, tvíburabróðrinum, Poul Juul, yngra beiggjanum Vilmundi og systrini, Sóley.

Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu verður víst á, at abbin í móðurætt er eingin minni enn mæta Hargaskaldið, Pól F, sum mesta av ævini búði á Hamri í Froðba, haðani hann krøkti seg so fastan í føroyska mentanararvin, at hansara orð ongantíð tagna.

Meira um borgarstjóran í Tvøroyrar kommunu seinastu 20 árini kann lesast á www.tvk.fo

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

47 minuttir síðan

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus knógvaði fyrsta stigið í Champions League

4 minuttir síðan
Tíðindi

Rótin gevur íblástur til grønari vanar

19 minuttir síðan
Tíðindi

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

47 minuttir síðan
Tíðindi

11 ára gamlir rapparar við fyrsta staklagunm

49 minuttir síðan
Hondbóltur

Ræðuligur seinni hálvleikur feldi Dánjal og liðfelagarnar

1 tími síðan
Tíðindi

Búskaparráðið: For­skatt­ing­in av pen­sjón­um var óheppin

1 tími síðan
Tíðindi

Bogi Jacobsen brádliga farin frá sum stjóri í Varðanum

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj bók um kreppustýring undir COVID-19

1 tími síðan
Tíðindi

Hvussu menna vit úrvalsleikaran?

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Býráðsfundur í Havn

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj vi­tlíkis­strategi fyri und­ir­vís­ing­ar­geir­an løgd fram

3 tímar síðan
Tíðindi

Ein milliard manglar longu um 10 ár

4 tímar síðan