Ljóst summarkvøld og svart fótbóltsmyrkur

Í kvøld varð føroyskur fótbóltur í altjóða høpi bumbaður langt aftur í tíðina

Tvey reyð kort, brotsspark og mál ímóti og 1-0 tap ímóti Luksemburg á heimavølli. Tað er fasittið, nú írski dómarin Rob Hennessy, sum ikki kendist heilt at hava tak á støðuni, hevur bríkslað fyri síðstu ferð í góðveðrinum á Tórsvølli.

 

Tapið er tað fyrsta ímóti Luksemburg, sum á Tórsvølli í kvøld vísti, at framgongdin hjá Luksemburg hevur verið nógvar ferðir størri, enn hon hevur verið hjá føroyskum landsliðsfótbólti.

 

Í spæli var munurin ikki so stórur. Í løtum í fyrra hálvleiki vóru føroyingar omaná, og í longri løtum í fyrra hálvleiki og eisini í stórum parti av seinna hálvleiki var tað meiri broddur og tyngd í álopsspælinum hjá gestunum.

 

Teir spældu seg til onkran heilt góðan møguleika. Í tí eina førinum endaði VAR við, at tað varð bríkslað fyri rangstøðu, tá ið Odmar Færø annars sá út til at bjarga við arminum, tá ið bólturin var á veg í netið, einaferð brast bólturin í stólpan aftanfyri føroyska málverjan, og í tveimum øðrum støðum stórbjargaði Gunnar Nielsen, tá ið gestirnir við longum sendingum spældu seg inn um føroysku miðverjuna.

 

Avgerandi løtan var tað, tá ið René Shaki Joensen í 68. minutti sá beinleiðis reytt kort, tí dómarin metti, at hann brúkti neyðbremsuna. So vóru tað 10 heimamenn ímóti 11 gestum, og so var Sølvi Vatnhamar, sum í fleiri ár hevur verið besti føroyski landsliðsspælarin, í tveimum óhepnum støðum. Hann var orsøk til brotssparkið, sum bar sigursmálið hjá Luksemburg við sær, og so sá hann beinleiðis reytt kort fyri hevnisøku. So illa hevur tað ongantíð verið vorðið áður, at Føroyar í einum og sama landsdysti eru endaðar við tveimum monnum í undirtali, og at talan er um tvey beinleiðis reyð kort.

 

Vónbrotið er øgiligt. Tað er væl størri, enn tað var, tá ið tað endaði við 4-0 tapi í Turkalandi.

 

Hetta góða summarkvøldið var tað, tá ið føroyska landsliðið skuldi vísa hugflogsríkt fótbóltsspæl og spæla seg til málmøguleikar. Tað eydnaðist ikki, og umframt vónbrotið av at tapa, so spøkir spurningurin, um liðið var sett saman soleiðis, sum tað átti at vera. Tryggir, raskir og hugflogsríkir spælarar sótu á beinkinum, meðan fleiri millum teir fyrstu ellivu vóru í ódnum, sum teir ikki eru vanir at røkja í heimligu kappingini, og aðrir tóktist troyttir og ivaleyst smáskaddir.

 

Umframt Gunnar Nielsen í málinum var ljóspunktið í góðveðrinum hetta myrka fótbóltskvøldið Meinhard E. Olsen, sum var ytstur á miðvøllinum í vinstru. 25 ára gamli Meinhard vísti í sínum 19. landsdysti áræði, hugflog og skjótleika, og spurningurin, sum hongur í luftini, er, hvussu tað hevði verið, um liðið í øllum ódnum hevði verið samansett við spælarum, sum í feløgunum eru vanir at røkja leiklutirnar, sum teir í kvøld kanska áttu at verið í.

 

Leygardagin verður aftur landsdystur. Tá fara Føroyar at spæla á heimavølli ímóti Litava.

 

 

 

Føroyar – Luksemburg 0-1 (0-0)

 

0-1: Gerson Rodrigues br 74.

 

Dómarakvartett úr Írlandi: Rob Hennessy, Robert Clarke, Wayne McDonnell og Rob Harvey (4. dómari)

 

Føroyar: Gunnar Nielsen, FH Ísland – René Shaki Joensen, KÍ, Odmar Færø, KÍ, Hørður H. Askham, HB (Sonni Ragnar Nattestad, B36, 60.), Viljormur Davidsen, Helsingborg Svøríki – Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklub Noreg, Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Gunnar Vatnhamar, Víkingur (Jákup B. Andreasen, KÍ, 85.), Meinhard E. Olsen, Mjøndalen Noreg (Ári Mohr Jónsson, HB, 86.) – Klæmint A. Olsen, NSÍ (Hannes Agnarsson, HIK Danmark, 78.), Hallur Hansson, liðformaður, KR Ísland (Mads Bo Mikkelsen, KÍ, 77.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kristian Joensen, EB/Streymur, Mattias H. Lamhauge, B36, Heini Vatnsdal, KÍ, Jóannes Bjartalíð, KÍ, Rógvi Baldvinsson, Bryne BK Noreg, Daniel Johansen, HB, Patrik Johannesen, Keflavík Ísland

 

Gult kort: René Shaki Joensen, Odmar Færø

 

Reytt kort: René Shaki Joensen 68. (beinleiðis reytt), Sølvi Vatnhamar 80. (beinleiðis reytt)

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze

 

Luksemburg: Anthony Moris – Mathias Olesen, Maxime Chanot, Dirk Carlson – Marvin Martins, Christopher Martins Pereira, Leandro Barreiro, Mica Pinto – Yvandro Borges Sanches, Danel Sinani, Gerson Rodrigues

 

Venjari: Luc Holtz