Marita skoraði sjey mál í stórsigri hjá Vendsyssel

Marita Mortensen skoraði næstflest hjá Vendsyssel í stórsigrinum á Rødovre

Marita Mortensen hevur skotið mál í flestum dystum fyri Vendsyssel í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Ígjár gjørdi Marita eitt gott hál við at skjóta sjey mál, tá Vendsyssel vann stórsigur 33-17 á Rødovre á heimavølli. Í steðginum var Vendsyssel á odda 13-6.

 

Vendsyssel er nummar seks av teimum 12 liðunum í deildini við sjey stigum fyri sjey dystir. Vendsyssel hevur fimm stig upp til oddaliðini, Roskilde, Sønderjyske og Ringsted.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Vendsyssel grannauppgerð móti EH Aalborg á heimavølli.