info
Ongi úrslit

MSC kann fáa týdning fyri Vaðhorn Seafood

- Tað er gott og positivt, at MSC-góðkenningin fyri tosk og hýsu undan Føroyum nú er komin í hús, sigur virkisleiðarin á Vaðhorn Seafood, Jens Martin Knudsen.

Vilmund Jacobsen
2. sepember 2021 kl. 16:17

 

- Vit eru sjálvsagt positivir um, at toskur og hýsa nú hava fingið MSC-góðkenning, men vit hava higartil ongar trupulleikar havt við at selja okkara fiskavørur, har størstu marknaðirnir eru í Spania og Italia, og ávísir marknaðir eisini eru í Grikkalandi og Portugál.

Tað sigur Jens Martin Knudsen, virkiseiðari á Vaðhorn Seafood á Strondum, har tey burtur av arbeiða við saltfiski. Hann vísir á, at tey fáa at kalla ongar fyrispurningar frá keyparum um MSC-góðkenning - ella tað ganga ár ímillum, at slíkir fyrispurningar koma.

Virkisleiðarin vísir á, at Vaðhorn Seafood selur ikki so nógv beinleiðis til handilsketur, men hann heldur tað vera hugsandi, at fyrispurningar um MSC-góðkenning í størri mun fara at koma so hvørt, sum hesin parturin av marknaðinum fer at veksa.

- Fyri teir prísir, sum vit fáa fyri okkara fiskavørur, trúgvi eg ikki, at MSC-góðkenningin í løtuni hevur nakran týdning, men eg haldi kortini, at tað er gott og positivt, at góðkenningin fyri tosk og hýsu undan Føroyum er komin í hús.

Jens Martin Knudsen heldur, at MSC-góðkenningin í fyrsta lagi fer at koma útflutninginum av føroyskar hýsu til Bretlands til góðar, eins og hann væntar, at góðkenningin kann fara at síggjast aftur hjá eitt nú okkara frystilínuskipum, sum fiska og frysta tosk undir Føroyum.

- Tað er eisini hugsandi, at so hvørt, sum okkara smápakningur við útvatnaðum saltfiskavørum fer at veksa, fer sølan til handilsketur eisini at veksa. Tá kunnu vit rokna við, at fleiri fyrispurningar fara at koma um MSC-góðkenning, sigur virkisleiðarin á Vaðhorn Seafood.

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

11 tímar síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

15 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

8 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

10 tímar síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

12 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

AB hevur favorittstøðuna móti B68

24 minuttir síðan
Tíðindi

Kt-skipan til barsil krevur 2,5 milliónir afturat

6 tímar síðan
Tíðindi

Toskurin lyftir grønlendska búskapin

6 tímar síðan
Tíðindi

Føroysk lesandi fáa betri treytir til próvtøku í Danmark

6 tímar síðan
Tíðindi

Skrá tøk fyri mentanardagarnar 2026

6 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri deyð í bussvanlukku í Sveis í kvøld

6 tímar síðan
Tíðindi

Nærum 130 undirvísingar-filmar í støddfrøði á føroyskum

7 tímar síðan
Tíðindi

FSF víðkar stuðulin til skúlafótbólt

7 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern og United vunnu stórsigrar

8 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi Fagraberg hevur roynst væl

8 tímar síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

8 tímar síðan
Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson legði aftur upp til fleiri mál í kvøld

8 tímar síðan