info
Ongi úrslit

Nú er eitt øki í landinum púra frítt fyri koronu

Tað er rættiliga ymiskt, hvussu korona hevur gjørt um seg í ymsum pørtum í landinum - men eitt øki er heilt í serstøðu

Áki Bertholdsen
14. november 2021 kl. 09:00

Hesa seinastu tíðina hevur korona herjað sum ongantíð áður – men tað er rættiliga ymiskt, hvussu hart tey ymsu økini í landinum eru rakt. Serliga hart hava norðoyggar verið raktar, og tað eru tær framvegis, men annars gongur korona um alt landið.

Men nú er tað eitt øki í landinum, sum er púra frítt fyri koronu, og tað er Suðuroyggin. Hagtølini hjá sjúkrahúsverkinum vísa, at seinastu tvær vikurnar hevur eingin smittutilburður verið í Suðuroynni og tey, sum hava verið sjúk eru nú frísk aftur. Og sostatt er eingin smittutilburður í Suðuroy í løtuni.

Síðani hendan seinasta bylgjan av koronu fór at herjað, er Suðuroyggin ta økið í landinum, sum higartil er sloppið nógv best. Tað eru framvegis Norðoyggjar, sum eru nógv harðast raktar, men annars gongur smittan javnt um alt landið.

Fyri at hava eitt mát fyri, hvussu hart ymisk økið eru rakt av koronu, verður tað roknað út, hvussu nógv eru smittað fyri hvørji 100.000 fólk.

Í Norðoyggjum eru 286 fólk smittað seinastu tvær vikurnar og har er smittutalið 4.503 fyri hvørji 100.000 fólk. Sostatt eru Norðoyggjarnar framvegis meiri enn tríggjar ferðir so hart raktar sum restin av meginøkinum. Tilsamans eru 675 fólk smittað í Norðoyggjum seinna hálvár í ár.

Í Eysturoy er smittutalið 1.399 fólk fyri hvørji 100.000 fólk. Har eru 487 fólk smittað seinna hálvár í ár og seinastu tvær vikurnar eru 170 fólk smittað í Eysturoy.

Í Norðurstreymoy eru 123 fólk smittað seinna hálvár í ár og seinastu tvær vikurnar eru  51 fólk smittað í Norðstreymoy. Sostatt er smittutalið í Norðoyggjum 1.273 fólk fyri hvørji 100.000 fólk.

Í Suðurstreymoy eru eisini nógv smittað, tí har eru 594 fólk smittað seinna hálvár í ár og 234 eru smittað hesar seinastu tvær vikurnar. Smittutalið í Suðurstreymoy er sostatt 1.081 fyri hvørji 100.000 fólk, so sostatt er støðan í Suðurstreymoy heldur frægari enn í restini av meginøkinum og í Sandoy.

Í Vágum eru 104 fólk smittað seinna hálvár í ár og seinastu tvær vikurnar eru 52 vágafólk smittað við koronu. Tað gevur eitt smittutal upp á 1.533 fyri hvørji 100.000 fólk og sostatt eru Vágar tað økið í kandinum, sum er harðast rakt av koronu – eftir Norðoyggjar.

Í Sandoy eru tey eisini hart rakt av koronu, tí har eru 69 fólk smittað seinna hálvár í ár og 17 fólk eru smittað hesar seinastu tvær vikurnar. Smittutalið í Sandoy er sostatt 1.335 fólk fyri hvørji 100.000 fólk.

Og so er tað Suðuroy, sum er heilt í serstøðu tí har eru bara 22 fólk smittað seinna hálvár í ár og hesar seinastu tvær vikurnar er eingin suðuroyingur smittaður. Øll tey smittaðu, eru sostatt frísk aftur, og tað merkir, at beint nú er Suðuroyggin fullkomiliga koronufrí.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

Í gjár kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

Í gjár kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

European Cup: VÍF tapti við fimm málum - avrikaðu væl í seinna hálvleiki

37 minuttir síðan
Tíðindi

Løgmaður biðið um frágreiðing um Bakkafrost-málið

1 tími síðan
Tíðindi

Kanada tekur frástøðu frá USA í fíggjarætlan

2 tímar síðan
Tíðindi

Klaksvík: Biskupsstøðgøta breiðkað

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Universi­tets­sjúkra­hús á papp­ír­i­num, men hvar eru íløgur­nar?

3 tímar síðan
Tíðindi

Tummas Láadal 35 ára starvsdag á Hotel Føroyum

3 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

4 tímar síðan
Tíðindi

Danska poppdrotningin Medina á OY Voxbotn 2027

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum ⛑

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil vita, hvat landskassin fekk burtur úr skerdum frádráttum

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Odmar gleðir seg til avgerandi Nations League dystirnar

5 tímar síðan
Tíðindi

Rúsviðgerðin røkkur ikki øllum

5 tímar síðan