Nú hevur Taks sent brævið

Í MínBoks kanst tú nú síggja, um tú skyldar skatt – ella fært pengar aftur

Seinastu dagarnar hevur Taks mint fólk á at lesa brævið, sum tey fara at senda fólki.

 

Nú er brævið komið í MínBoks.

 

Umtalaða brævið er eitt nú uppgerð yvir skattin í fjør, og á hesari uppgerð fáa fólk at vita, um tey skylda skatta – ella um tey fáa pengar aftur.

 

– Brævið vísir støðuna millum teg og okkum – um alt er okey, um tú skyldar nakað, fært pengar á kontu, ella um tú skalt lata inn sjálvuppgávu, sigur Taks um brævið.

 

Í morgun hevur trýstið á Vangan verið so stórt, at tað hjá summum hevur verið bíðitíð at sleppa inn.

 

Brøv verða send í posti til tey, sum ikki hava MínBoks.