info
Ongi úrslit

OL-fótbóltur: Amerikukvinnur eru olympiskir meistarar

USA vann á Brasil í finaluni

Heri Simonsen
10. august 2024 kl. 19:35

USA er á fimta sinni í søguni olympiskur meistari í fótbólti hjá kvinnum.

USA vann í dag 1-0 á Brasil í olympisku finaluni, ið var leikt á Parc de Prince leikvøllinum í París.

Sigursmálið skoraði Mallory Swanson í 57. minutti. 

Dómarin legði 10 minuttir aftrat, men Brasil megnaði ikki at svara aftur.

USA vann eisini OL-gull á heimavølli í 1996, og so tríggjar ferðir á rað í 2004, 2008 og í 2012. 

Brasil hevur verið í trimum OL-finalum, men hevur tapt allar tríggjar finalurnar móti sama liði, USA.

38 ára gamli stórleikarin hjá Brasil, Marta má nú ásanna, at hon fer ikki at vinna olympiskt gull. 

Týskland vann bronsu við 1-0 sigri á Spania. Giulia Gwinn hjá Bayern München skoraði sigursmálið hjá Týsklandi.

Í olympisku kappingini hjá kvinnunum eru tað tey sterkastu liðini sum kappast. Í kappingini hjá monnum eru tað U23-landslið styrkt við trimum eldri leikarum, ið kappast. 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Yvir 750 danskir fjepparar við ferju til Oslo

59 minuttir síðan
Tíðindi

ILA staðfest hjá Salmar í Årnes

1 tími síðan
Tíðindi

Bjóðar øllum sínum borgarum ókeypis til tiltak í Sandoynni

1 tími síðan
Tíðindi

Donald Trump tók ímóti Xi Jinping á flogvøllinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlond vilja standa sterkari saman í kreppum

3 tímar síðan
Tíðindi

Súrgað Mjólk skiftir ham – og navn.

3 tímar síðan
Tíðindi

Høiby fær nýggjar verjar – vilja leggja nýggj prógv fram

3 tímar síðan
Tíðindi

Klassisk bók gjørd til film

4 tímar síðan
Tíðindi

Í minsta lagi tvey dripin í loftálopum á Kyiv

4 tímar síðan
Tíðindi

Landsstýrismaðurin luttekur á ST-aðalfundi í New York

4 tímar síðan
Fótbóltur

Jóhanna aftur á vøllinum eftir at hava verið úti í eitt ár

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Sama ríkið. Ójavnt ræði

10 tímar síðan