Ole Wich undrast

– Tað er eitt sindur løgið, sigur listamaðurin

(Myndir: Álvur Haraldsen)

Listamaðurin Ole Wich hevur gjørt nógva nýskapandi og eksperimenterandi list, og hann kennir seg ikki hoyra til inni miðdeplinum í føroyskari list.

 

– Eg eri outside'ari í føroyskari list. Fyri meg er fult listarligt frælsi púra avgerandi, men tað er sjálvandi áhugavert at vera við á framsýningum og í samstørvum. Eg fylli 70 ár seinni í ár, og í november ætli eg mær at gera eina afturlítandi framsýning í Müllers Pakkhúsi, sigur Ole Wich við Sosialin um vikuskiftið.

 

– Eg hugsi at gera eitt yvirlit yvir alt tað, sum eg havi gjørt, men tað er eitt sindur pínligt, at eg sjálvur skal gera tað. Eg skal sjálvur skaffa pengarnar og gera alt arbeiðið. Eg haldi, at onkur annar kundi hugsað, at nú fyllir Ole 70 ár, so lat okkum nú fara at hyggja eftir, hvat hann hevur gjørt gjøgnum árini. Men eg eksisteri ikki soleiðis veruliga, tí eingin veit, hvat eg havi gjørt. Tað er eitt sindur løgið, sigur hann.

 

– Vit kunnu sjálvandi kjakast um dygd, men eg havi hóast alt gjørt list, sum ikki áður hevur verið gjørd í Føroyum. Tí haldi eg, at eg havi verið nýskapandi, sigur hann.

 

##med2##

 

Ole Wich er 69 ára gamal og ættaður úr Blommenslyst á Fjóni í Danmark. Hann flutti í 1980 til Føroya. Hann býr á Velbastað. Hann er útbúgvin grafiskur designari og søgufrøðingur. Hann hevur starvast á eitt nú teknistovu, grafiskum virki og Dimmalætting.

 

Ole Wich er konseptlistamaður og hevur sýnt verk fram í Føroyum og aðrastaðni síðani mitt í áttati árunum. Hann hevur fingist við nógv ymisk sløg av list, og hann hevur eisini myndprýtt bøkur og frímerki.

 

Longri samrøða við Ole Wich kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.

 

(Myndir: Álvur Haraldsen)