info
Ongi úrslit

Óli Mittún var framúr tá Sävehof gjørdist svenskur meistari

Óli Mittún gekk á odda tá Sävehof vann 32-27 á Ystad á útivølli, og harvið tryggjaði sær meistaraheitið

Heri Simonsen
28. mai 2024 kl. 18:35

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof eru svenskir meistarar í manshondbólti.

Við einum fantastiskum avriki frá serliga Óla Mittún vann Sävehof ein greiðan 32-27 sigur á Ystad á útivølli í tí fjórðu meistaraskapsfinaluni.

Sävehof vann sostatt finaluuppgerðina 3-1. 

Tað sá annars út til at blíva enn ein dramatiskur dystur, tí í steðginum var Ystad á odda 13-11.

Men við stórspæli, og tá serliga hjá Óla sum bumbaði bóltarnar í kassan hjá Ystad, umframt at leggja upp til hópin av málum vann Sävehof seinna hálvleik 21-14, og harvið dystin 32-27.

Óli gjørdist toppskjútti við níggju málum, og hann fekk nógv lovorð frá frásøgumanninum og viðmerkjaranum hjá SVT 2.

Og Óli var sjálvsagt valdur at vera besti leikarin hjá Sävehof í fjórðu finaluni.

Í 2021 gjørdist systkinabarnið, Elias Ellefsen á Skipagøtu svenskur meistari við Sävehof. 

Hetta er áttanda ferðin í søguni, at mansliðið hjá Sävehof vinnur svenska meistaraheitið.

Talan hevur verið um eitt minniligt kappingarár hjá Sävehof, ið eisini vann seg í fjórðingsfinalurnar móti Flensburg-Handewitt í EHF European League.

Harumframt eru kvinnurnar hjá Sävehof eisini svenskir meistarar 2024, so fyri felagið, Sävehof er talan um eitt fantastiskt kappingarár.

 

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

20 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Koyrdi 151 km/t – misti koyrikortið á staðnum

42 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Óla skjóta framúr gott mál móti Szeged (Champions League)

2 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria og Joan eru valdar á vikuliðið í Íslandi

8 tímar síðan
Tíðindi

Er Taxi Driver besti filmur?

8 tímar síðan
Tíðindi

Guðrið Hansdóttir syngur á íslendskum

9 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: HF Karlskrona vann annan dystin á rað

9 tímar síðan
Tíðindi

Smyril broytir ella avlýsir møguliga leygardagin

10 tímar síðan
Tíðindi

Niels Juel Arge - Heim: Fagnaður til Føroyar

10 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann á KíF

10 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil vann tepran sigur á KÍF

10 tímar síðan
Tíðindi

Fólkadansur – familjudansur í Vági: børn og vaksin dansa saman

10 tímar síðan
Tíðindi

Stórhvalagildi á Kambsdali

11 tímar síðan