info
Ongi úrslit

Páll var aftur bjargingarmaðurin

Hóast klaksvíkingar vóru undirmannaðir í meiri enn hálvan tíma og HB javnaði, so megnaði KÍ at vinna seg víðari í steypakappingini

Jóannes Hansen
7. apríl 2025 kl. 20:48

HB vann steypakappingina í fjør, og HB vann steypakappingina í fyrraárið. Nú er tað greitt, at tað verður annar steypavinnari enn HB í ár. Í kvøld hevði HB vitjan av KÍ, sum vann 2-1, og harvið er tað greitt, at tað verður steypafótbóltur 2. páskadag í Klaksvík. B36 verður gestur í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

Sigursmálið skoraði KÍ í síðstu løtu. Avgerandi málið skoraði sum so mangan áður hjá KÍ Páll A. Klettskarð. Framspælið var í høgru, har innskifti Dávid B. Andreasen av baklinjuni legði bóltin til Páll A. Klettskarð, sum úr fimm metrum og illa kroystur trýsti bóltin framvið HB málverjanum.

Fagnaðurin var øgiligur millum KÍ spælararnar og í bláu leguni kring vøllin. Síðstu árini hevur tað – sum so mangan áður – gingið illa hjá KÍ í steypakappingini, og fram ímóti dystarloki í kvøld sá tað einki út.

Tíggju minuttir eftir steðgin sá vongverjin í vinstru Issah Ahmed Latif gula korið fyri aðru ferð. So var KÍ undirmannað, og fyritreytirnar broyttust heilt. Inntil tá hevði KÍ verið greitt omaná, og klaksvíkingar høvdu havt fleiri stórar málmøguleikar umframt tann, sum Patrik Johannesen eftir eitt korter umsetti til mál eftir framlegging frá Jákupi B. Andreasen.

KÍ hevði 10 royndir á og við síðuna av HB málinum, og KÍ vann 11 hornaspørk, meðan HB vann tvey hornaspørk.

Tíggju minuttir undan leikloki hevði HB fyrstu royndina ímóti KÍ málinum. Innleggið var úr vinstru, og eftir at málverjin hevði hálvbjargað, datt bólturin fyri føturnar á innskifta Sammy Skytte, sum skumpaði hann í netið.

Hóast KÍ var undirmannað, og bólturin var væl meiri á KÍ hálvuni, enn hann hevði verið, so høvdu klaksvíkingar tak á verjuspælinum. Royndu spælararnir Odmar Færø, Jóannes K. Danielsen, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Árni Frederiksberg, Páll Klettskarð og Patrik Johannesen hildu høvdið kalt, og tað gjørdi góðan mun, tá ið René Shaki Joensen varð skiftur inn.

Onkra ferðina var talan um vandamikil KÍ mótálop, og tá ið tíðin var um at vera farin, og tað lá í luftini, at talan fór at vera um ein hálvan tíma aftrat, var tað Páll A. Klettskarð, sum skoraði sigursmálið.

Í fjórðingsfinaluni fer KÍ 2. páskadag at spæla á heimavølli ímóti B36.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

13 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

15 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

19 tímar síðan

Vestergaard: Kósin er sett – Suðuroyggin skal hava fast samband

15 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tvey samdøgur á kjølinum á einari jollu

1 tími síðan
Tíðindi

Putin ávarar um evropeiskar herdeildir í Ukraina

2 tímar síðan
Tíðindi

87 mál vóru skotin í føroyingauppgerðini millum Val og Fram

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tvey føroyingalið leiktu javnt 0-0 í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

3 tímar síðan
Tíðindi

Nanortalik atkvøður um at gerast sjálvstøðug kommuna aftur

3 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina fremur álop víða um í Russlandi

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: SV Ried megnaði javnleik móti Red Bull Salzburg

3 tímar síðan
Hondbóltur

Maria vann á sínum gomlu liðfeløgum

4 tímar síðan
Tíðindi

Snyrilsmálið noyðir Danmark at hyggja at sær sjálvum í speglinum

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian og liðfelagarnir taptu í Parkini

4 tímar síðan
Hondbóltur

Rói var toppskjútti tá Aarhus vann fyrsta sigurin

5 tímar síðan
Tíðindi

Borgarligar flokkar í Svøríki trúgva upp á vend í valstríðnum

5 tímar síðan