Í gjár doyði kendi, og umstríddi politikarin í Danmark, Ritt Bjerregaard, 81 ára gomul. Hesi seinastu árini hevur hon verið ein tann kendasti politikarin í Danmark og í hesum sambandi hevur hon verið bæði ráðharri, ES-kommiserur og yvirborgmeistari í Keypmannahavn.
Hon hevur stríðst við krabbamein hesi seinastu árini og í gjár sovnaði burtur í heimi sínum í Keypmannahavn. Hon er útbúgvin lærari, men longu í 1971 varð hon vald á Fólkating fyri Sosialdemokratarnar og tvey ár seinni, í 1973, varð hon undirvísingarmálaráðharri. Hon var bara 32 ára gomul og sostatt yngsti ráðharri, sum hevði verið í Danmark.
Síðani hevur hon verið ráðharri í fleiri førum, umframt at hon hevur verið ES-kommiserur og frá 2006 til 2010 var hon yvirborgmeistari í Keypmannahavn.
Ritt Bjerregaard var eisini ein umstríddur politikari, sum tey nógv høvdu eina rættiliga avgjørda meining um, og hon var í mongum dysti, bæði við fjølmiðlar og sín egna flokk, og hon var íðin fortalari fyri javnstøðu.
Eitt nú varð hon umstrídd fyri at hava gist á einum rættiliga dýrum gistingarhúsi í París. Tað var eitt mál, sum gav henni eyknevni sjampanjusosialisturin. Tá mátti hon leggja frá sær sum ráðharri, men hon helt fram í fremstu røð í flokkinum, og fá ár eftir var hon aftur ráðharri.
Sum ráðharri nýskipaði hon danska fólkaskúlan og hon setti eisini »smiley« skipanina í verk