info
Ongi úrslit

Søgulig ESSO pumpa umvæld

info
Sólvit Nolsø
12. september 2016 kl. 10:25
Seinasta ESSO pumpan, ið stendur eftir í Føroyum, er høvuðsumvæld og sett upp aftur í Trøðum á Sandi, har hon hevur staðið síðan 1955. Pumpan var í ógvuliga ringum standi og mátti nú umvælast, áðrenn hon fór so illa at einki gjørdist við hana. - ESSO setti pumpuna upp í 1955. Eg haldi, at tað var Palli á Lava, ella ESSO-Palli, sum setti hana upp, og pumpan bleiv brúkt nakað inn í 1980ini sigur Tórur Johannesen, ein av stigtakarunum til umvælingina. Tað eru Miðstovumenn heiman av Sandi, sum hava tikið sær av at umvæla pumpuna og serliga er tað Ásmund Johannesen, sum hevur tikið sær arbeiðnum, sigur Tórur. - Pápin (Kristian Johannesen) og Magnus (bróðir Kristian) høvdu eitt virkið, sum byrjaði í 1937. Teir umsótu pumpuna og høvdu oljusølu í oynni eisini, sigur Tórur Johannesen. Pumpan hevur staðið til øll árini síðan hon var uppsett, men nú er hon gjørd óvirkin. Tórur Johannesen sigur, at til hesa pumpuna eru deilir av eini aðrari pumpu brúktir, tí tann gamla var í so ringum standi. - Vit fingu eina pumpu úr Danmark, sum vit kundu brúka til eykalutir til hesa pumpuna. Tí arbeiðnum hevur Dávur Winther í høvuðsheitum tikið sær av, sigur Tórur Johannesen.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løgreglan ávarar um følsk SMS frá „TAKS“

10 minuttir síðan
Tíðindi

Burnham vil hava fólkaatkvøðu, skal Bretland aftur í ES

1 tími síðan
Fótbóltur

Føroyska U19-landsliðið er favorittur hjá veddingarfyritøkunum

1 tími síðan
Tíðindi

Suðurkorea sendi stríðs­flog­før eft­ir russ­iskum flogførum

4 tímar síðan
Tíðindi

Partur av íslendska fiskiflotanum kann fara at landa í Føroyum

7 tímar síðan
Tíðindi

Skotskt flogfelag lækkar prísirnar fyri oyggjabúgvar

7 tímar síðan
Tíðindi

Skipasmiðja við 60 starvsfólkum á húsagang í Noregi

8 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Serligt at spæla landsdyst á Tórsvølli

10 tímar síðan
Tíðindi

Jóhannis Joensen luttikið á ST fundum í USA

11 tímar síðan
Tíðindi

Nær sleppa fleiri at fram­leiða streym inn á net­ið hjá SEV?

11 tímar síðan
Ítróttur

Fimm íkarar úttiknir til HM í inniróðri

11 tímar síðan
Tíðindi

Jólahugni í Plantasjuni

12 tímar síðan