info
Ongi úrslit

Skulu kunna samráða seg til meira frítíð

Javnaðarflokkurin hevur gjørt uppskot um at broyta frítíðarlógina, so allir løntakarar kunnu samráða seg til meiri frítíð

Eyðun Klakstein
21. juli 2021 kl. 11:45

Javnaðarflokkurin hevur latið løgtingsumsitingini uppskot um at broyta frítíðarlógina soleiðis, at allir løntakarar kunnu samráða seg til meiri frítíð. Aksel V. Johannesen sigur, at flokkurin hevur lagt seg eftir at fáa breiða semju um málið.

Undir sáttmálasamráðingum á privata arbeiðsmarknaðinum fyrr í ár kom fram, at ynskið hjá S&K-felagnum um sættu fríviku ikki varð gingið á møti. Arbeiðsgevarafelagið vildi vera við, at frítíð er ásett við lóg, og uttan so at lógin verður broytt, kunnu limir hjá S&K-felagnum ikki fáa rættin til sættu fríviku.

– Í dag hava flest allir løntakarar á almenna og eisini nøkur á privata arbeiðsmarknaðinum rætt til sættu fríviku. Tí mugu vit bara staðfesta, at allir løntakarir ikki eru javnsettir, tá tað kemur til rættin til frítíð, sigur Aksel V. Johannesen.

– Tá ein løgtingslóg verður brúkt sum eitt jarnbrot móti løntakarum, sum ynskja sær nakað so grundleggjandi, so eigur Løgtingið at endurskoða lógina, sigur hann.

Javnaðarflokkurin vísir á, at tað kann vera trupult at broyta sjálvar ásetingarnar um longd av frítíð um endamálið er at javnseta arbeiðstakarar, tí sætta frívikan hjá mongum er ein serstøk frívika. Hetta hevði annaðhvørt inniborið, at summi fáa seks og onnur sjey vikur frítíð, ella at serstaka frívikan verður strikað.

– Uttan at taka nøkur vunnin rættindi frá nøkrum, vilja vit broyta orðingina, soleiðis at tað eingin ivi er um, at rætturin til fimm vikur í frítíð eru eitt minstamark, og at tað altíð ber til at samráða seg til meir, sigur Aksel V. Johannesen.

Hann er bjartskygdur, tá tað kemur til at fáa undirtøku fyri uppskotinum. Tá spurningurin um sættu frívikuna á privata arbeiðsmarknaðinum varð viðgjørdur í millum annað Degi og Viku, segði landsstýrismaðurin Helgi Abrahamsen, at longdin á frítíð eigur at vera viðgjørdur undir samráðingum. Hetta stendur kortini í andsøgn til útsøgnina hjá Arbeiðsgevarafelagnum, sum vísir til lógina.

– Við hesari broyingini fáa vit greitt staðfest tað, sum bæði løntakarar og Helgi Abrahamsen hava ført fram – nevniliga at lógin um frítíð ikki er eitt absolutt mark, men eitt minsta mark, har altíð ber til at samráða seg til longri frítíð, sigur Aksel V. Johannesen.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Spyr um misnýtslu av vitlíkimyndum

0 minuttir síðan
Tíðindi

Formula skal styrkja KT-trygdina hjá Sjúkrahúsverkinum

14 minuttir síðan
Tíðindi

Gillian Anderson í Filmsfelagnum

17 minuttir síðan
Fótbóltur

SV Ried reyk úr steypakappingini aftaná longda leiktíð

1 tími síðan
Fótbóltur

Strømgodset tapti greitt fyri Molde í steypakappingini

1 tími síðan
Tíðindi

Diplomatiskur brølari av Mette Frederiksen

1 tími síðan
Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson og liðfelagarnir taptu stórt á Hafnarfirði

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias legði upp til mál í 3-0 sigri hjá Västerås SK

2 tímar síðan
Fótbóltur

Hellas Verona tryggjaði sær sigurin móti dystarenda

3 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann toppdystin - Greiðir sigrar til VÍF og EB

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava rund­koyr­ing til nýggja býl­ing­in á Strondum

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Avgerðin er í okkara hondum

6 tímar síðan